Fiskivinnulóggávan ger teir fáu ríkari

- Vit gera í løtuni íløgur fyri 600 milliónir krónur í fýra spildurnýggj skip til frálandavinnuna. Men hóast vit ynskja at byggja eitt nýtt skip til uppsjóvarfiskiskap, so er tað vónleyst, tí verandi lóggáva favoriserar tey fáu, útvaldu reiðaríini, ið sita tungt oman á vaksandi virðunum á uppsjóvarfiski. Stjórarnir í Thor eru ørkymlaðir, tí fiskivinnulóggávan eftir teirra tykki læsir fiskivinnuna fasta í ójøvnum býti av virðunum

- Ja, tað er eingin loyna, at vit hava ítøkiligar ætlanir um at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip, ið kann virka fiskin umborð. Eitt skip sum Norðborg. Tað er eftir okkara tykki vegurin fram.
Brøðurnir Hans Andrias og Gunnbjørn Joensen hava í áravís tosað um tey stóru virði, ið liggja í uppsjóvarfiskinum. Teir vóru...