Fleiri giftast – færri skiljast

Seinastu trý árini eru fleiri fólk gift og færri fólk skild enn árini frammanundan

Síðani aldarsskiftið eru 4.810 pør gift í Føroyum. Hetta sama tíðarskeið eru 1.245 hjún skild. Gongdin seinastu 10 árini hevur verið, at fleiri giftast og færri skiljast.
Hetta vísa tøl, sum Hagstova Føroya hevur skrásett.
Tá ið tað kemur til hjúnavígslur, var 2006 besta árið í hesari øldini. Tá vórðu 292 pør...