FNU: Náttúran verður gloymd

Tað gongur framá í ferðavinnuni, men vit mugu steðga á og tryggja náttúru- og umhvørvisviðurskiftini, áðrenn vit seta meira vøkstur á ferðavinnuna. Umframt vaksandi útlát frá flogferðslu hevur ferðavinnan eisini onnur árin á náttúruna

- Talið á flogferðum er farið upp, og tað er ógvuliga óheppið, tá hetta ger, at vit fáa eitt hægri útlát av veðurlagsgassum.

Tað sigur Theresa Jákupsdóttir, sum er talskvinna fyri Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, FNU.

- Men tað kemur ikki óvart á okkum, tí frá politiskari síðu hevur mann stuðlað...