TIÐINDI     SOSIALURIN

Føroyar latið 200.000 krónur til altjóða stórfilm

- Tann seinna er ein stór altjóða filmsframleiðsla, sum í 2019 hevur fingið játtað tilsøgn um afturbering upp til kr. 200.000. Verkætlanin er fevnd av tagnarskyldu, og innlit kann ikki verða givið í málið, fyrr enn framleiðarin er klárur at kunna alment um filmin, er svarið hjá Vinnumálaráðnum til eina innlitsumbøn um hvørjir filmar hava fingið útreiðslur afturbornar



Hóast tað eru gott tríggjar vikur síðan, at in.fo kundi bera tíðindi, at upptøkur til nýggjasta filmin um James Bond blivu gjørdar í Føroyum, hevur tað enn ikki eydnast at fingið nakran knýttan at verkætlanini at vátta ella avnokta tíðindini.

Men Miðlahúsið kann nú staðfesta, at almenna Føroyar hevur veitt stuðul á 200.000 krónur til eina stóra altjóða filmsverkætlan, ið verður gjørd í Føroyum. Tað vísir ein innlitsumbøn, ið Miðlahúsið hevur sent Vinnumálaráðnum um hvørjar verkætlanir hava fingið afturbering til filmsframleiðslu síðan lógin kom í gildi 1. januar 2018.

Aðalráðið váttar, at stuðulin er latin bæði árini, men meðan upplýst verður, at verkætlanin ”At elska” hjá Anton Petersen fekk stuðulin í 2018, er verkætlanin í 2019 fevnd av tagnarskyldu.

- Tann seinna er ein stór altjóða filmsframleiðsla, sum í 2019 hevur fingið játtað tilsøgn um afturbering upp til kr. 200.000. Verkætlanin er fevnd av tagnarskyldu, og innlit kann ikki verða givið í málið, fyrr enn framleiðarin er klárur at kunna alment um filmin. Víst verður §12. stk. 1 nr.2 í lóg um innlit í fyrisitingina, skrivar málsviðgerðin í aðalráðnum sum svar til innlitsumbønina, og leggur afturat.

§ 12. Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um upplýsingar um

2)   tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti.

Upptøkurnar
Hóast Eon Productions, føroyskir myndugleikar og samstarvsfelagar teirra í Føroyum og aðrastaðnis í heiminum sostatt halda kortini tætt inn at kroppinum og vilja hvørki vátta ella nokta fyri, at upptøkur til nýggja James Bond filmin No Time to Die eru gjørdar í Føroyum, er svarið frá Vinnumálaráðnum bara seinasta ábending av fleiri um, at okkurt serligt er á vási í Føroyum.

Fyrsti miðil at skriva um upptøkurnar var in.fo, ið 23. september skrivaði, at ein tyrla úr Norra var komin til Føroyar, ið skuldi brúkast til upptøkur av nýggja James Bond filminum No Time to Die.

Við Sosialin váttaðu eisini fleiri fólk við tilknýti til Kalsoynna, at okkurt var at vási á Trøllanesi, har nógv fremmandafólk gjørdu upptøkur yvir fleiri vikur. Og nakrar dagar seinni skrivaði norska kringvarpið NRK, at upptøkurnar til No Time to Die blivu tarnaðar av, at tyrlan ikki hevði neyðugu loyvini at flúgva í Føroyum.

Eftir ætlan fær nýggi James Bond filmurin No Time to Die heimsfrumsýning 8. apríl.


Lógin um afturbering:
Løgtingslóg nr. 170 frá 20. desember 2017 um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum

Á vetri 2017 samtykti Føroya løgting eina nýggja lóg, ið ger tað møguligt hjá almenna Føroyum at afturbera upp til 25 prosent av framleiðslukostnaðinum í samband við framleiðslu av filmum, sendirøðum og heimildarfilmum í Føroyum.

Ein samd vinnunevnd skrivaði í álitinum, at endamálið við uppskotinum er at skapa kappingarførar karmar, so at tað ber til at leggja lunnar undir at føroysk filmsfólk fáa høvi at menna sínar førleikar í størri útlendskum filmsframleiðslum, og at tey fáa høvi at samstarva við útlendsk filmsfólk og fáa lut í altjóða netverkum innan film.

Harumframt vónaði nevndin, at talan bleiv um eina íløgu í filmsframleiðslu, ið kundi skapa uppaftur størri vøkstur.

- Filmsframleiðsla skapar nógv avleitt virksemi, og tørv á keypi av vørum og tænastum. Harumframt kann filmur skapa nógv PR fyri Føroyar, verða hesir vístir á altjóða løriftum. Tí kann tað eisini løna seg væl fíggjarliga, um útlendskar filmsframleiðslur verða gjørdar í Føroyum, skrivaði vinnunevndin í álitinum.

Til hetta endamálið eru 200.000 krónur settar av á fíggjarlógini í 2018 og 2019.