TIÐINDI     SOSIALURIN

Føroysk UV loysn móti koronasmittu

Regin W. Dalsgaard, sum telist millum tey fremstu í føroyska íverksetaraumhvørvinum, er í løtuni í ferð við at menna í UV reinsara, ið skal gera tað lættari hjá stovnum og øðrum at sóttreinsa ymiskar lutir, sum millum annað kunnu smitta við koronavirus. Viola, sum UV reinsarin eitur, hevur nógvar menningarmøguleikar, heldur Regin W. Dalsgaard



Í hølunum hjá Inova á Hoyvíksvegnum hevur Regin W. Dalsgaard seinastu tíðina arbeitt við at framleiða ein UV reinsara, ið skal gera tað lættari at halda gott reinføri í hesum koronatíðum.

 

Tankin hjá Regini Dalsgaard er at nýta UV perur - ultraviolett ljós - í einum skápi, har millum annað leikur og aðrir lutir kunnu leggjast á hillar. UV ljósið lýsir frá øllum síðum í skápinum, soleiðis at allar flatur á øllum lutunum verða lýstar, og allar bakteriur - og vira - verða dripin.

UV reinsarin hevur fingið navnið Viola. Viola er sjálvandi ein tilsiping til ultraviolettu strálurnar, ið reinsarin brúkar, men harumframt spældi Regin Dalsgaard eisini violu hjá Nikolaos Kapnas, tá hann var yngri, og Nikolaus Kapnas var ein sera uppfinsamur maður, sigur Regin Dalsgaard, ið sostatt eisini heiðrar Nikolaosi Kapnas á hendan hátt.

 

Endamálið við Viola er sostatt at gera tað lættari at halda lutir reinar fyri bakterium og øðrum smittandi, og sleppast skal frá at vaska og skrubba hvønn einstakan lut - eitt tíðarkrevjandi arbeiði.

– Hetta er ein lættur máti at halda gott reinføri. Tað skal vera so lætt, at dugir tú at seta eina plátu av smákakum inn í ein ovn, so dugir tú eisini at brúka Violu, sigur Regin Dalsgaard um nýggja UV reinsaran.

 

 

Gomul tøkni, nýggjur brúksháttur

At nýta UV tøkni at desinfisera lutir er ikki nakað nýtt hugskot, og uppi í Inova stendur eisini ein UV reinsari. Tað var eisini hesin UV reinsarin, ið var upprunin til hugskotið hjá Regini W. Dalsgaard.

Regin Dalsgaard hevur seinastu árini starvast í SMS, men segði seg úr starvi til 1. mei fyri at fara undir íverksetaravirksemi aftur. Regin Dalsgaard hevur bakgrund sum íverksetari, og hann settist tí at menna ymisk hugskot, sum hann hevði.

 

Nú í seinastuni eru fleiri dagstovnar í stóran mun farnir at fylgja donskum tilmælum, ið siga, at leikur skulu vaskast annan hvønn tíma orsakað av koronasmittuni, og av tí sama vórðu nógvar leikur goymdar burtur, tí tað gjørdist ov møðsamt at vaska leikurnar í heilum. Regin Dalsgaard hevur sjálvur tvey børn á stovni, og tí kom hann í tankar um UV reinsaran, ið stendur á laboratoriinum hjá Inova.

Inova nýtir UV reinsara at desinfisera amboð og annað, ið verður nýtt á laboratoriinum. Talan er kortini um eina stóra industrimaskinu, ið kostar yvir 100.000 krónur.

Grundtankin hjá Regini Dalsgaard var, at tað, ið stóra industrimaskinan ger, eigur eisini at lata seg gera í einum minni og avmarkaðum formati.

– Tað er upplagt at brúka UV tøknina til leikur. Leikur er ein av stóru smittuspjaðarunum, tí at tú nertir við leikur, og oftast eru fleiri børn, ið nerta við somu leikur. Samstundis er tað eitt stríð at vaska leikurnar, tí tú skalt inn at vaska allar flaturnar á leikunum, og tað tekur sjálvandi tíð, sigur Regin Dalsgaard og leggur aftrat, at føroysku barnagarðarnir vórðu noyddir at goyma leikurnar burtur av tí sama.

– Viola skal virka upp á nakrar fáar minuttir. Tað vil siga, at tú leggur leikurnir inn í Violu, og nakrar minuttir seinni kanst tú taka tær út aftur, og tær eru reinar, sigur Regin W. Dalsgaard.

 

Í sambandi við at menna Violu hevur Regin Dalsgaard granskað í brúkinum av UV ljósi, og í tí sambandi kom hann fram á granskingina hjá Niels Finsen.

Niels Finsen, sum varð føddur og uppvaksin í Føroyum fekk sum kunnugt heiðursløn Nobel's í medisini í 1903 fyri arbeiðið sítt við UV stráling móti tuberklum, umframt at hann sjálvur framleiddi UV tól til stráling.

– Tað er rættiliga fantastiskt, at 100 ára gomul tøkni nú kann takast fram aftur og nýtast í einum øðrum samanhangi, sigur Regin Dalsgaard.

 

Nomatek framleiðir prototypu

Á laboratoriinum hjá Inova hevur Regin Dalsgaard eitt svart skáp við ljósum og hillum, og í kassanum liggja alskyns leikur. Hetta er kortini ikki prototypan, men eitt modell, ið skal vísa konseptið handan Violu. Veruliga prototypan er í løtuni í ger uppi í Nomatek og skal eftir ætlan standa klár um tríggjar vikur.

– Tað vísti seg, at Nomatek hevur nógvar royndir innan at gera vatnverk. Jákup Magnussen, sum byrjaði Nomatek og sum er sivilverkfrøðingur, hevur síðan 1998 arbeitt við at gera vatnverk, har UV strálur verða brúktar. Tí helt hann, at tað var spennandi at arbeiða við hesum til aðra nýtslu, sigur Regin Dalsgaard.

So skjótt prototypan stendur klár, fer framleiðslan av Violu í gongd, og um fimm vikur ætlar Regin Dalsgaard at tíggju violur skulu út á tíggju dagstovnar í Tórshavnar kommunu.

– Eg setti meg í samband við Tórshavnar kommunu fyrst, og kommunan var áhugað í Violu. Nú fara vit at byrja við 10 dagstovnum, har vit kanna, hvussu væl hetta eydnast, sigur Regin Dalsgaard sum væntar, at framleiðslan fer upp í ferð eftir fyrstu royndirnar.

 

Kappingarfør tøkni uttan fyri Føroyar

Uttan iva er tílík tøkni til í Kina og í øðrum londum frammanundan, heldur Regin W. Dalsgaard. Koronakreppan hevur kortini víst á trupulleikar við at líta ov nógv á Kina. Í fyrsta føri var kinesiska stjórnin ikki reiðilig um smittuvandan av koronavirus, og í seinna føri hevur tað víst seg at vera trupulleikar við koronaverjum, ið síðani eru komnar úr Kina á evropeiska marknaðin.

Millum annað kinesiskt framleiddar maskur og testkits, ið skuldu hjálpa í verjuni móti koronavirus, vístu seg at vera óegnað til endamálið, og fleiri evropeisk lond, teirra millum Holland og Spania, valdu ikki at nýta kinesisku framleiðsluna.

– Tað er heilt vist, at hetta er ein fyrimunur fyri okkum. Tað ber til at bíleggja frá Kina, men eingin veit, hvat er í vøruni har, ella um hon virkar, sum hon skal, sigur Regin Dalsgaard, sum heldur, at kinesiskar vørur yvirhøvur hava lágt túvirði í løtuni.

Fyrimunurin kann eisini vera kærkomin, tí at Regin Dalsgaard ætlar sær út um landoddarnar við Violu - í fyrsta umfari til Danmarkar.

Av omanfyrinevndu orsøkum hevur Globi valt ikki at nýta kinesiskt tilfar í Violu. So at siga alt tilfarið og allir lutirnir eru evropeiskir - týskir, fyri tað mesta -  og hava evropeiska góðkenning.

– Tað kundi verið gjørt bíligari, um vit keyptu úr Kina, men tá kanst tú ikki vera heilt tryggur við góðskuni. Hetta er góðskuvøru, og tí verður hon eitt sindur dýrari, sigur Regin Dalsgaard, sum væntar, at keypsprísurin á einari Violu fer at liggja millum 15.000 og 20.000 krónur.

 

Ætlanin er eisini, at Viola skal hava longri livitíð enn koronasmittan.

– UV ljós drepur ikki bert covid-19 virusið, tað drepur eisini allar aðrar bakteriur. Eg síggi tí fyri mær, at Viola kann brúkast langt aftaná, vit hava bast covid-19. Har eru so nógvar aðrar bakteriur, sum smitta, til dømis á einum dagstovni, og har eru nógvir sjúkradagar hjá starvsfólki, tí at sjúkur kunnu smitta umvegis leikur og annað, sigur Regin Dalsgaard.

– Á tann hátt kann Viola eisini steðga aðrari smittuspjaðing enn bert covid-19, og í longdini kunnu vit sleppa undan einari rúgvu av sjúkradøgum.

 

Samstarv á Inova

Samstundis sum at Globi arbeiðir upp á at framleiða fyrstu prototypuna av Violu, arbeiðir felagið Thetis við at gera enn fleiri kanningar, ið skulu vísa, hvussu væl UV ljós hóskar til endamálið at drepa bakteriur og vira.

Thetis er góðkent mikrobiologiskt laboratorium, ið Regin Dalsgaard setti á stovn saman við Maritu Debes Magnussen og Niels Mortensen.

Tað er fyri langari tíð síðani staðfest, at UV ljós drepur bæði bakteriur og vira, men Regin W. Dalsgaard metir, at tað er framvegis áhugavert at fáa nýggj kanningarúrslit úr Føroyum um júst covid-19.

– Vit vita frammanundan, at UV ljós hóskar til endamálið, men sjálvandi skulu vit halda áfram at kanna hetta í Føroyum. Tað er áhugavert at vísa á data, ið sigur, at soleiðis virkar UV ljós á tað covid-19 virusið, ið vit hava í Føroyum, sigur Regin Dalsgaard, sum í hesum sambandi eisini hevur fingið stuðul frá vinnuframagrunninum til gransking.

Umframt at kanna, hvussu UV ljós háttar seg móti covid-19, verður eisini kannað, hvussu ymsar flatur og ymiskt tilfar tolir ljósið, og hvussu væl UV reinsing eydnast á ymiskum tilfari.

– Tað eru ikki allar leikur og alt tilfar, sum er eins. Ein bamsa, til dømis, er ikki sum aðrar leikur. Hon er bleyt og loðin, og tað kann vera, at ein bamsa skal vera longri undir ljósinum, áðrenn hon er heilt desinfiserað, sigur Regin Dalsgaard.

Síðan hugskotið hjá Regini Dalsgaard sá dagsins ljós, eru fleiri aðrar fyritøkur, ið hava sett seg í samband við hann um aðrar møguligar UV loysnir, millum annað størri UV skáp til reinsan av stórum ljóðførum, sigur Regin Dalsgaard, sum í fegnast um stóra áhugan.

Gongur sum ætlað, verður Viola at síggja í 10 teimum fyrstu dagstovnunum um fimm vikur.

 

Sitat 1: Tað skal vera so lætt, at dugir tú at seta eina plátu av smákakum inn í ein ovn, so dugir tú eisini at brúka Violu

 

Sitat 2: Tað er rættiliga fantastiskt, at 100 ára gomul tøkni nú kann takast fram aftur og nýtast í einum øðrum samanhangi

 

Sitat 3: Á tann hátt kann Viola eisini steðga aðrari smittuspjaðing enn bert covid-19, og í longdini kunnu vit sleppa undan einari rúgvu av sjúkradøgum