Føroyskur verkfrøðingur í NASA verkætlan

Á Mars2020 farinum, sum eftir ætlan setir seg á Mars í 2021, er tøkni, ið havnamaðurin David Arge Klevang Pedersen hevur verið við at menna. Ivaleyst er talan um fyrsta føroyska rúmdargranskaran, og væntandi verður hansara toymi partur av fleiri NASA verkætlanum í framtíðini

Í hesum døgum verður Mars2020 mánafarið sett saman í Pasadena í Kalifornia. Mars2020 er fyribilsheitið hjá mánafarinum - ella rovaranum - ið eftir ætlan verður sent móti Mars í juli næsta ár. Endamálið við rannsóknartúrinum, um tað kann kallast so, er at gera kanningar og at leggja til síðis jarðroyndir og annað,...