Fólkaflokkurin vildi ikki svara spurningum um umhvørvið og náttúruna

- Tað er nógv fyri, um summi nokta at taka lut, tí tey føla, at spurningarnir eru ov bindandi ella leiðandi. Til løgtingsvalið hava vit veljarar bara eina atkvøðu, sum vit hanga uppá næstu fýra árini, sigur Sjúrður Hammer frá Fuglafrøðifelag Føroya

Ætlanin hjá teimum Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Ringrás og Fuglafrøðifelag Føroya var at fáa so nógv valevni sum gjørligt at svara spurningunum um umhvørvið og náttúruna, sum tey sendu øllum valevnunum síðst í juli.

Men bara 43 prosent av øllum valevnunum, sum fingu spurningarnar, hava svarað.

Teir stóru...

Prosentbýtið av luttøkuni innanhýsis í flokkunum er soleiðis: Sjálvstýri 70%, Miðflokkurin 69%, Javnaðarflokkurin 68%, Tjóðveldi 61%, Framsókn 50%, Sambandsflokkurin 34%, Framtakið 33%, Fólkaflokkurin 4% og Føroyaflokkurin 0%