TIÐINDI     SOSIALURIN

Fólksligi valviðmerkjarin

– Tað eru púra vanlig fólk, ið sita framman fyri sjónvarpið, og tað er vælsaktans tey, ein skal røkka, og ikki nørdunum, tá ið viðmerkingar verða gjørdar í sjónvarpinum, sigur Jóannes Hansen, ið hevur viðmerkt val í sjónvarpinum síðani 1994

Jóannes Hansen, valviðmerkjari



Tilsamans hevur Jóannes Hansen viðmerkt 21 val í sjónvarpinum. Fyrst saman við Johnsigurd Johannesen og síðani saman við Boga Gotfred. Talan hevur bæði verið um løgting-, fólkatings- og bý- og bygdaráðsval.

– Nú er tað munandi meira professionelt í mun til fyrstu árini. Eitt av fyrstu árunum las eg í bløðunum, at eg skuldi viðmerkja í sjónvarpinum. Men nú er øðrvísi. Tað er langt síðani, at Kringvarpið setti seg í sambandi við meg, og eg havi fleiri ferðir verið inni í studio, og vit hava tosað um grafikk, talvur, mannagongdir og annað, sigur Jóannes Hansen.

Jóannes Hansen las til lærara og seinni samfelagsfrøði. Hann hevur havt áhuga í politikki, so langt aftur hann kann minnast, og til dagligt undirvísir hann í samfelagsfrøði á miðnámi á Kambsdali. Hann var eisini við í arbeiðinum at skriva løgtingssøguna, tá ið løgtingið fylti 150 ár í 2002. Tá skrivaði hann um val og valtøl.

Brúkar egnan stíl

Men hvussu er so at viðmerkja í sjónvarpinum.

– Tað er mær ein sera stór hjálp, at eg kenni nógv fólk kring landið. Um tað eru onkur valevni, ið stilla upp, sum eg ikki kenni, so kann eg sum oftast skjótt finna út av, hvør viðkomandi er. Men eg má altíð lesa uppá, áðrenn eg fari í studio. Eg brúki mín egna stíl. Kanska hetta er ein føroyskur stílur, men soleiðis eri eg, og tað kenni eg meg tryggan við, sigur Jóannes Hansen.

Hann vísir eisini á, at tað er stórur munur á fyrr og nú.

– Valúrslitini sodnaðu betur fyrr, tá ið tey vórðu lisin upp í útvarpinum, og tú skuldi sjálvur skrivað tey niður. Nú er tað meira professionelt, og tíð er ikki at lesa øll úrslitini upp, sigur Jóannes Hansen.
Jóannes er ofta skjótur at síggja gongdina, tá ið úrslitini kom inn, og hvussu endaliga úrslitið fer at vera.

– Avbjóðingin er millum annað í knappari vend at síggja rák og gera metingar. Tað verður gjørt við royndum í huga og skal vera trúverdugt, men so leingi, talan ikki er um úrslit, so er møguleiki altíð fyri, at metingin ikki heldur, sgiur Jóannes Hansen.  

Politikarin kennir veljaran
Tá ið hugsað verður um sambandið tann einstaki politikarin hevur við veljaran, so heldur valviðmerkjarin, at vit hava eina serliga støðu í Føroyum.

– Tað er ikki sum í Danmark og aðrastaðni. Politikararnir vita ómetaliga væl, hvørjar atkvøður teir eiga. Í Føroyum hava vit nógv persónligt valstríð, har valevnini sjálv ella onnur reka fyri tey. Tey nýta  messenger, sms, ringja og tosa við fólk. Hetta gevur eitt tætt tilknýti til veljaran, sigur Jóannes Hansen.

25 ár sum viðmerkjari

Jóannes Hansen hevur viðmerkt øll val, sum hava verið seinastu 25 árini. Hvussu leingi tað verður afturat, veit hann tó ikki.

– Tað er ein spurningur um lív og heilsu, og hvat Kringvarpið ynskir. Eg eri 64 ár, so pensjónin nærkast, sigur Jóannes Hansen.

Jóannes Hansen, valviðmerkjari