TIÐINDI     SOSIALURIN

Frá Agurk til Berlinale

Føroysk filmsframleiðsla og filmslist hevur flutt seg rættiliga nógv seinastu 15 árini. Hóast nógv er hent frá tíðini við Agurk sendingunum í Kringvarpinum til nú, so manglar enn seinasta strekkið, áðrenn føroysk filmsvinna er komin á nøktandi støði



Jan Berg Jørgensen, sum nú situr sum formaður fyri stýrinum í Filmshúsinum, hevur fingist við film so at siga síðan hann kom aftur til Føroyar, og hevur eisini verið partur av menningini av føroyskari filmslist og filmsvinnu seinastu árini.

Tað hevur verið rættiligur framburður innan føroyska filmslist, heldur Jan Berg Jørgensen, men framburðurin er ikki komin av sær sjálvum.

 

Stuttfilmskappingar í Kringvarpinum

– Jákup Weihe og eg fóru í 2005 undir við at hava Agurk sendingarnar. Eg arbeiddi í Kringvarpinum tá, og vit fingu loyvi at gera Agurk við síðuna av. Tað var so at siga ólønt, og sendingarnar vórðu gjørdar um kvøldarnar, sigur Jan Berg Jørgensen.

Kringvarpið átti eini hús í Vørðsluni, har teir báðir samstundis fingu innivist at gera miðlaverkstað.

Miðlaverkstaðurin, sum fekk navnið Klippsfisk, var tá eitt samstarv millum Kvøldskúlan, Tekniska skúla, Studentaskúlan í Hoydølum og Kringvarpið, har allir partar koyrdu eitt sindur í kassan.

– Vit fingu eitt redigeringssett og eina upptøkueind, so vit kundu fara í holtvið undirvísing. Vit høvdu eitt kamera frá hvørjum skúla, og tað var tað, sum vit høvdu.

– Vit gjørdu stuttfilmskappingar og gjørdu nakrar vegleiðingar, til hvussu tú gert film. Tað kom nokk so nógv í gongd tá, og millum annað Andrias Høgenni og Anton Petersen gjørdu fyrstu filmarnar har.

 

Norðurlendskur filmssummarskúli í Føroyum

Arbeiðið við Klippfisk førdi skjótt við sær, at farið varð undir at lyfta støðið á føroyskum filmsarbeiði. Skipað varð tí fyri norðurlendskum filmsskúla í Føroyum á sumri í 2006.

– Vit fingu útlendskar undirvísarar og royndu at fáa føroyingar inn á allar funktiónirnar í skúlanum. Nógvir av teimum, ið arbeiða við filmi í dag, vóru við á skúlanum tá; Sakaris Stórá, Andrias Høgenni, Anton Petersen, Dávur Djurhuus.

Filmsskúlin var fyrru ferð í 2006 og aðru ferð í 2009, og í grundini varð rættiliga nógv sett í gongd av arbeiðinum við summarfilmsskúlunum, heldur Jan Berg Jørgensen.

– Tá søktu vit so pengar aðrastaðni frá. Menningarstovan var tað fyrstu, og vit fingu norðurlendskar pengar uppí. Og hetta varð eisini tá, at vit skrivaðu álitini um føroysku filmsvinnuna.

 

Legði lunnar undir áliti

Neyðugt varð tá at víðarimenna føroysku filmsvinnuna, og farið varð undir at skrivað álit, ið varð endaliga liðugt í 2011.

– Mikkjal Helmsdal varð settur sum projektleiðari, og vit skrivaðu eitt álit á eini 60 síðir í 2006. Vit arbeiddu upp á tað aftur í 2009, og í 2011 fingu vit skrivað tað niður í seks síður, har vit hugsaðu, at hetta var tað, ið politikkarar kundu skilja.

Í álitinum varð gjørt greitt, at trý ting vóru neyðug fyri at menna føroyska filmsvinnu víðari: Eitt filmshús, ein filmsgrunn og afturberingarskipan.

 – Vit høvdu fingið Filmsgrunnin upp at standa í 2011 við 500.000 krónum. Tann politiska semjan var tá, at vit skuldu økja um grunnin við 500.000 krónum um árið, so vit vóru á støði við grannar okkara. Tað hevði í dag svarað til eini 10-12 milliónir. Men vit eru framvegis langt har frá - á 2,7 milliónum.

– Eitt filmshús mátti til fyri rationalisera bransjuna. Sakaris Stórá vann sín prís í Berlin, men alt, sum hoyrdi til lansering og annað, mátti uppfinnast frá byrjan. Eingin visti nakað. Heldur enn at tær royndir bara vóru og fóru við Sakarisi, mátti vera eitt stað, har vit fingu uppsamlað ta vitanina og kundu víðari útbúgva føroysk filmsfólk, sigur Jan Berg Jørgensen.

At enda var neyðugt við einari afturberingarskipan, har filmsverkætlanir kundu fáa afturborið tað, sum svarar til MVG'ið, av tí, ið verður brúkt í Føroyum.

 

Mugu eisini siga B

Síðan álitið varð handað politisku skipanini, er nógv hent á føroyska filmspallinum. Alsamt fleiri sjálvstøðug filmsfeløg verða sett á stovn, umframt at filmsvirðislønin Geytin kom í 2012. Sum dømi um, hvussu føroysk filmsframleiðsla førkar seg, vísir Jan Berg Jørgensen á, at í ár eru sendir fleiri enn fýra tímar av filmi inn til Geytan.

 – Tað henda nokk so nógv ting í løtuni, og tí er neyðugt at halda fast í tí, sum vit vilja. Øllum dámar væl at halda skáltalur, men tá tú sigur A, so mást tú eisini siga B. Tú kanst ikki fáa filmar hendan veg, uttan at filmsjáttanin hongur saman. Vit mugu hava nakað at arbeiða við her. Men ein partur er vinna, hin parturin er mentan; tað, sum er mentanarliga relevant fyri okkum. Eingin kemur her at fortelja okkara søgur fyri okkum, sigur Jan Berg Jørgensen