TIÐINDI     SOSIALURIN

Framsókn: Skulu hava okkara virði við, um vit fara í samgongu

– Tey virðini, sum flokkurin hevur, hava høvuðstýdning; vit ynskja tó eisini at koma í samgongu. Tað kundi verið at hildið fram saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, men vit eru eisini opin fyri øðrum møguleikum, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Mynd: Álvur Haraldsen



Mánamorgunin legði Framsókn valskránna fram til løgtingsvalið 31. august. Framløgan var á Gamla Apoteki í Havn. Við yvirskriftini ”Haldføri – fyrst og fremst” greiddi Poul Michelsen frá teimum 18 punktunum í valskránni.


Opin fyri samgongumøguleikum 

Tað vóru grundvirðini hjá Framsókn, ið hann legði dent á, nevniliga tað persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsi.

– Vit kunnu gott vera errin av tí liberala politikki, vit hava fingið ígjøgnum. Eg kundi gott hugsað mær at hildið fram við tí politikki, ið vit hava havt síðstu fýra árini saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, men teirra nýggi politikkur má eisini sampakka við okkara. Vit kunnu gott verið partur av tí samgonguni, ella eini aðrari samgongu ella verið uttanfyri, sigur Poul Michelsen.

Hann vísir á, at tað hevur havt sínar avbjóðingar at havt eina stjórn, ið bara hevur havt 17 fólk aftanfyri seg, men samstundis heldur hann eisini, at politikarar gerast meira eyðmjúkir, at vera partar av eini tílíkari stjórn.

– Samgongan hevur verið viðbrekin og merkt av teimum fólkunum, ið manna samgonguna. Og tað hevur ikki altíð verið so lætt. Fleiri neyðsemjur eru gjørdar. Vit hava ikki altíð fingið tað burturúr, ið vit kundu ynskt, men sum støðan hevur verið, so er tað frægasta í støðuni komið burturúr, segði Poul Michelsen.

– Tað ræður ikki um bara at vera við, vit mugu eisini hava ávirkan. Um vit bara eru fylla í eini samgongu – tað hava vit ikki áhuga í. Um vit skulu vera við, so skulu vit hava ávirkan á tingini.

Tí er tað avgerandi fyri okkum, at vit kunnu ávirka, eisini um tað skal vera tann samgonga, sum vit eru í í dag, segði Poul Michelsen.


500 milliónir afturat í búskapargrunnin

Tað, ið fylti nógv undir framløguni, var búskaparstøðan, vinnulívið og at tryggja inntøkurnar.

– Vit liva í einum hákonjunkturi, á toppinum á eini bylgju, og vit mugu ansa eftir at leggja til síðis fíggjarliga og gjalda skuld, so at vit ikki aftur uppliva tað, ið vit hava upplivað tvær ferðir síðani 1990-árini, at vit komu í stórar trupulleikar fíggjarliga, segði Poul Michelsen.

– Vit hava tað gott, og vit skulu eisini halda á at hava tað gott, uttan at skræða botnin undan búskapinum, segði Poul Michelsen.

– Tað ræður um ikki at renna alt um koll við grammleika ella politiskari líkasælu og ábyrgdarleysum vallyftum. Vit skulu tryggja búskaparligt skynsemi og holla stovnsrøkt, so hetta framhaldandi kann vera grundarlagið undir okkara vælferð, segði Poul Michelsen.
Hann vísti á, at neyðugt er, at landið tryggjar, at bæði rakstur og íløgur hjá landi og kommunum verða lagdar í langtíðarkarmar. Framsókn ynskir eisini, at búskapargrunnurin í næsta valskeiði veksur úr 500 milliónum krónum upp í eina milliard krónur.


Samgonguflokkar góvu seg vegna trýst

Tær tríggjar vinnurnar, ið eru okkara grundarlag at liva undir, fiskivinnan, alivinnan og ferðavinna, fingu nógv pláss í framløguni.

– Nýskipaða fiskivinnan er ikki uttan lýtir, men í minsta lagi staðfestir hon tveir týðandi tættir: Hvør eigur tilfeingið, og hvat tað er vert, segði Poul Michelsen.

Hann ásannaði, at skipanin ikki er heilt tann, sum Framsókn hevði ynskt, og hann kom eisini við ábreiðslu til Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, at teir ikki høvdu rygg til at standa við avtaluna, tá ið trýst varð lagt á teir, nú fiskidagarnir í bólki 5b vórðu hækkaðir, so at hesin bólkurin av bátum slapp út aftur at fiska.

– Nú hava vit frítt fiskarí. Hetta er í stríð við tað lyfti, sum vit hava givið bæði vinnuni og lívfrøðini um, at allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga burðardyggur, segði Poul Michelsen.


Alivinnan – helvtin av útflutningsvirðinum

 Hann vísti á, at nýggja alilógin setur greiðari karmar um eigaramarkið, um útlendskan kapital og um rættin at nýta firðir og sund. Lógin gevur eisini landsstýrisfólkinum greiðari heimildir at hava tamarhald á gongdini.

– Inntøkan frá alivinnuni er næstan helvtin av øllum okkara útflutningi, og samfelagið hevur brúk fyri hesi inntøkuni. Vit hava fingið betri skipanir, men tørvur er á at fáa fleiri uppstrammingar. Tað týdningarmikla er, at profitturin ikki má koma fram um lívfrøðina, segði Poul Michaelsen.

 

Náttúruna eiga vit øll

Formaðurin í Framsókn fegnast um, at Føroyar hava fingið eitt nýtt bein at standa á við ferðavinnuni, sum nú gevur umleið 800 milliónir krónur í umsetningi. Málið er, at hon um nøkur ár skal koma upp á 1,5 milliard krónur.

– Ljóskastarin hevur verið settur nógv á tað, ið ikki riggar, men vit skulu minnast til, at nógv er broytt í mun til fyri nøkrum fáum árum síðani, tá ið lítil og eingin ferðavinan var her. Nú er tað broytt, og her koma nógv ferðafólk, og tað skapar eisini nógv arbeiðspláss, segði Poul Michelsen.

Hann harmaðist, at jarðeigarar og festarar hava valt ymsar loysnir, nú nógv ferðafólk fer í hagan, teir varða av.

– Tann landbúnaðarligi parturin má onkursvegna eisini taka lut í ferðavinnuøkinum. Best er, um allir partar kunnu samráðast og koma til eina góða loysn. Fortreytin er, at tað almenna og tað privata ganga hond í hond, segði hann.

Formaðurin í Framsókn hevur sjálvur verið landsstýrismaður á ferðavinnuøkinum, men knúturin, nú so nógv ferðafólk koma til Føroya, og at tað slítur upp á náttúruna, hevur hann ikki klárað at loyst.

– Lat tað vera greitt, at náttúruna eiga vit øll. Rætturin hjá føroyingum at ganga í haga, skal staðfestast. Um tað ikki verður nøkur semja, so má tað gerast við lóggávu, segði Poul Michelsen.


Longur á tjóðskaparleið

Hvat er tað týdningarmesta at fáa framt hjá Framsókn?

– Búskapurin er tað týdningarmesta. Vit mugu fáa lagt tær tríggjar høvuðsvinnurnar, fiskivinnuna, alivinnuna og ferðavinnuna í tryggar legur, so tær eru lívfrøðiliga burðardyggar og ein inntøka, sum vit sum samfelag eisini kunnu liva av í framtíðini, segði Poul Michelsen.

Tað tjóðskaparliga frælsi hevur eisini týdning hjá Framsókn, sjálvt um formaðurin ikki legði so stóran dent á tað undir framløguni.

– Tað hevur eisini stóran týdning at koma longur á sjálvstýrisleið. Fleiri halda, at hetta verður ein eyka útreiðsla, men sum eg síggi tað, so kann tað eisini gerast ein eyka inntøka, sum hevði gagna okkum væl. At vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og átaka okkum tær skyldur, sum vit hava sum samfelag. Vit skulu ikki vera bundin at øðrum og dúva uppá teirra hjálp, segði Poul Michelsen.

Meir ítøkiligt nevndi Poul Michelsen loftrúmið, sum kemur á føroyskar hendur í næstum, at vit fáa útlendingamál á føroyskar hendur, at blokkurin verður niðurlagaður, og at onnur týðandi mál verða yvirtikin.


Mugu tvinga kommunur til samstarv

Poul Michelsen kom eisini stutt inn á onnur mál í valskránni, millum annað, at húnabandslógin ikki skal fara aftur til tað, hon var áðrenn, men framhaldandi vera tíðarhóskandi, sum hann málbar seg, at matvøruhandlar skulu hava loyvi at selja øl og vín, at gransking skal stimbrast, at ferð skal setast á grønar orkuloysnir, at almennar tænastur skulu útveitast til tað privata, at tað almenna og tað privata samstarva um at nøkta bústaðartørvin og at kommunali geirin skal endurskoðast.

– Uppgávubýtið millum land og kommunur skal endurskoðast. Kannast skal, um nýggjar uppgávur, sum til dømis fólkaskúlin, skal leggjast út til kommunurnar at røkja, og um kommunurnar skulu hava størri frælsi at umsita tænasturnar, sum natúrliga hoyra til nærdemokratiið, segði Poul Michelsen.

Hann heldur tó, at vit hava alt ov nógvar kommunur í Føroyum, og at her má nakað gerast.

– Vit mugu seta krøv, at uppgávur skulu røkjast av størri kommunalum eindum, tí í dag eru nógvar av kommununum ikki førar fyri at loysa uppgávurnar, segði Poul Michelsen.

Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Mynd: Álvur Haraldsen