Fýra latið inn tilboð upp á Stórubrekku

Freistin at lata inn tilboð til projektering av nýggja býlinginum við Dalin langa í Hoyvík var fríggjadagin 17. apríl, og øll fýra arkitektavirkini hava latið inn tilboð. Umsitingin situr nú við tilboðunum til stóru býlingsverkætlanina, og eftir ætlan verður arbeiðið lagt fyri byggi- og býarskipanarnevndini í komandi viku, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini

Tað er økið eystan fyri Dalin langa, sum í kommunuætlanini frá 2014 hevur fingið navnið Heyggurin, ið skal útstykkjast, og nýggi býlingurin hevur fingið navnið Stórabrekka.

Samlaða útstykkingarøkið er 55.000m2 og eftir ætlan verður talan um eini 100 bústaðir, ið skulu vera ein blanding av raðhúsum og íbúðum. ...