Fyrimunur at bera brek

- Eg ivist ikki í, at tað er ein fyrimunur, at eg sum forkvinna sjálv beri brek, tí av tí sama tori eg betur at seta orð á tær ymsu avbjóðingarnar, sum fólk við breki hava. Soleiðis sigur nýggja forkvinnan í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Tóra Við Keldu

Í farnu viku bleiv 39 ára gamla Tóra Við Keldu nýggj forkvinna í felagnum MBF, sum virkar fyri teir føroyingarnar, ið ber brek av ymsum slag. Seinastu tvey árini hevur tað verið Carita Bjørklund, ið hevur røkt forkvinnusessin í MBF, men hon ynskti ikki at stilla upp aftur hesaferð, og tískil er nýggja forkvinnan...