Gamli veðurlagspolitikkurin rakk ikki málunum

Nógv av teimum málunum, ið vórðu sett í gamla veðurlagspolitikkinum frá 2009, vórðu ikki rokkin. Uppskotið, sum ein arbeiðsbólkur í farnu viku handaði Sirið Stenberg, er upp á fleiri mátar meira framsøkið og víðgongt

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, fekk í farnu viku handað uppskot til nýggjan veðurlagspolitikk fyri 2020-2030. Uppskotið, sum byggir á veðurlagspolitikkin frá 2009, skal vera grundarlag fyri politiskari samtykt, um hvørji mál Føroyar skulu seta sær viðvíkjandi CO2 útláti frá 2020, tá...