Gloymdur í heilsuverkinum

Solby A. Christiansdóttir, journalistur í Kringvarpi Føroya, hevur skrivað skaldsøgu um evni, ið liggur henni sera nær. Nevniliga um føroyska heilsuverkið, ið ger mistøk, sum hava álvarsligar avleiðingar. Sjálv misti hon pápa sín í 2006 júst vegna mistøk, ið vóru gjørd í heilsuverkinum

– Eg ynski, at ljóskastarin verður fluttur frá, hvussu sjúkrahúsverkið verður stýrt, og hvar stjórin skal sita, til at tað má vera eitt kjak um sjúklingaviðgerð, sigur Solby A. Christiansdóttir.

Av egnum beiskum royndum kennir hon til mistøk, ið kunnu henda í føroyska heilsuverkinum. At tað kostaði pápanum lívið,...