TIÐINDI     SOSIALURIN

Grønar íløgur fyri 4,5 mia. komandi 10 árini

SEV hevur sum mál, at øll el-framleiðslan hjá felagnum skal í 2030 vera grøn. Fyri at røkka hesum málinum skulu nógvar betringar gerast á økinum, og roknað verður við íløgum á upp móti 4,5 milliardum krónum komandi 10 árini, skal grøna orkuskiftið eydnast.



Umframt málið hjá SEV at veita 100 prosent grøna el-orku í 2030, hevur felagið eisini ein visión um, øll orka á landi yvirhøvur verður grøn.

– Málið hjá okkum er, at øll el-orka í 2030 skal vera grøn. Tað er ítøkiliga málið fyri elveitingina og tað, sum vit fáast við til gerandis. Men visiónin er framvegis, at øll orka á landi skal vera grøn í 2030. Og tað valdast eisini av, at brúkarin skiftir til el-loysnir, sigur Hákun Djurhuus

– Vit gera ikki av, um fólk hava eina hitapumpu ella oljufýr í kjallaranum. Og tað er heldur ikki okkara virkisøki, hvørt fólk brúka el-bilar. Men vit stuðla uppundir, at brúkarin velur grønar el-loysnir.

 

 

Vind- og sólorka berur orkuskiftið

Grøna orkuskiftið hjá SEV skal í stóran mun berast av vindorku, greiðir Hákun Djurhuus frá. Samanlagt er málið at framleiða 150MW av vindorku, men tað er ikki so avgerðandi, júst hvør framleiðir ta orkuna. Tað kann vera SEV ella tað kann vera privatir aktørar á marknaðinum.

– Tað, sum telur, er at tær verða bygdar, sigur Hákun Djurhuus, og vísir á, at í løtuni eru tríggjar vindmyllulundir í ger, og ein teirra verður bygd av Magn.

– Tá Magn er liðugt við Flatnahaga, og vit hava gjørt lundirnar í Porkerishaga og á Eiði, eru vit komin upp á 60MW av vindorku. So komandi 10 árini skulu vit fremja 90MW meira av vindorku, sigur Hákun Djurhuus um málið á 150MW.

Ítøkiliga merkir hetta, at fimm líknandi vindmyllulundir skulu byggjast aftrat teimum, sum eru í ger, og avbjóðingin fyri framman er sostatt at finna staðsetingar til hesar fimm lundirnar.

Umframt vindorkuna er eisini ætlanin, at ein partur av framleiðsluni skal koma frá sólorku. Væntað verður, at sólframleiðslan skal liggja um 80MW, men framferðarhátturin hjá SEV til sólorkuna verður eitt sindur øðrvísi, tí her verður framleiðslan í grundini flutt út til brúkaran sjálvan.

– Sólpanelini verða bíligari og bíligari, og tað fer at loysa seg betri at leggja sólpanelir á tekjur. Sólpanelir geva best meining á sethúsatekjum, tí tekjan er har frammanundan, og el-skipanin er har frammanundan. Sólpanelini hjálpa okkum mest um summarið, tí tá hava vit sólina í Føroyum, meðan vindframleiðsan og vatnframleiðslan eru svikalig. Nógv tann størsta oljupartin brúka vit í summarmánaðunum, sigur Hákun Djurhuus.

Eftir ætlan verður sólorkan skipað á tann hátt, at brúkar skal rinda fyri sólpanelini, ið síðan verða sett á húsatekjuna. El-orkan frá sólpanelunum verður í fyrsta føri brúkt til húsini sjálvi, men avlopsorkan fer í netið hjá SEV, og SEV avroknar eisini við brúkaran um orkuna - altso, SEV rindar húsaánaranum fyri avlopsorkuna, ið fer í netið.

Samanlagt verður íløgukostnaðurin á framleiðslusíðuni um 1,5 milliardir krónur komandi 10 árini, metir Hákun Djurhuus.

 

Battarí- og pumpuskipanir skulu goyma orkuna

Tað ber kortini ikki til at líta á vind- sól- og vatnorku í sjálvum sær. Allar tríggjar orkukeldurnar eru tengdar at veðrinum, og veðrið skiftir sum kunnugt frá árstíð til árstíð og frá ári til árs.

Neyðugt verður tí at byggja út eina pumpuskipan, sum í grundini hevur til endamáls at leggja avlopsorku til síðis til nýtslu seinni.

Hákun Djurhuus greiðir frá, at tá el-orkunýtslan er lág, og vindmyllurnar framleiða yvirskotsstreym, skal streymurin nýtast í einari pumpuskipan í verkinum í Vestmanna, sum pumpar vatnið upp í goymslurnar, so tær eru fullar. Hetta gevur síðani møguleika at nýta vatnorku seinni, tá orkunýtslan fer upp, ella vindmyllurnar framleiða minni, enn nýtslan er.

– Har hava vit roknað við at brúka eina milliard krónur næstu 10 árini.

– Netið veksur eisini sjálvt, og tú skalt eisini hava battarískipanir og onnur ting inn í skipanina fyri at røkka málinum um 100 prosent grøna orku. Á netsíðuni rokna vit við einari íløgu á 1,8 milliardir komandi 10 árini, sigur Hákun Djurhuus.

 

Samlaða íløgan fyri framleiðsluvøkstur, pumpu- og battarískipan og útbygging av netinum fer sostatt at liggja upp móti fýra og einari hálvari milliard krónur, sigur Hákun Djurhuus, sum kortini leggur aftrat, at mál og útreiðslur verða tikin til eftirmetingar so at siga hvørt ár.