TIÐINDI     SOSIALURIN

Hafnia logar á lægsta blussi

Hjálparpakkin hjá landsstýrinum er samtyktur, og nú eru starvsfólkini hjá Hotel Hafnia koyrd í ALS skipanina. Virksemið hjá Hotel Hafnia og tilhoyrandi matstovum er farið niður í einki, og í løtuni verður koyrt á lægsta blussi fyri teimum fáu gestunum, ið eru eftir á hotellinum



– Vit hava sitið spent og bíða, og vit fara ikki at koyra nakran, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og komandi Hotel Brandan, sum nú hevur sagt "på gensyn" við flestu starvsfólkini, ið fyribils enda í ALS skipanini.

Virksemið hjá Hotel Hafnia er farið niður í so at siga einki, og í løtuni arbeiða tey bert við at taka sær av teimum heilt fáu gestunum, ið eru eftir.

– Virksemið er heilt, heilt avmarkað. Bæði umborð á Norrønu og her í hotellinum. Kafe Kaspar hevur take-away, meðan Katrina Christiansen hevur stongt. Vit hava um 10 gistandi, nakrir útlendingar og onkrir handverkarar.

– Virksemið hjá okkum er á leið null, men vit hava framvegis gestir, so teimum taka vit okkum gott av, og vit tryggja okkum, at teir hava eitt gott uppihald.

 Vanliga eru millum 100 og 150 fólk á lønarlistanum hjá Hotel Hafnia og matstovunum, og tað broytist eitt sindur frá sesong til sesong. Men nú hjálparpakkin er samtyktur, og koronahjálp verður veitt arbeiðsfjøldini umvegis ALS grunnin, eru nógv tey flestu send til húsar fyribils.

– Tað fer niður á 15 ella 20. Tað er í móttøkuni, tað er ein kokkur á hvørjari vakt, tað er húsavørðurin. Tað er heilt avmarkað. Samstundis eru um 90 starvsfólk, sum nú fara í skipanina hjá ALS. So hetta er sjálvandi umfatandi, sigur Pætur Trónd Thomsen.

– Tað, sum er umráðandi fyri okkum, er, at øll hava tað gott, og at vit koma trygt burtur úr hesum. 

Vinnan kemur seg ikki í ár

Við Sosialin mikudagin segði Pætur Trónd Thomsen, at støðan var lík tí at hava rent á eitt ísfjall. Umfangið, vavið og avleiðingarnar av kreppuni eru framvegis ókendar, heldur Pætur Trónd Thomsen, sum kortini væntar, at fyrr ella seinni broytist støðan til tað betra. Tað verður tó ein løta, áðrenn ferðavinnan í Føroyum kemur upp aftur á sama støði, ið hon var undan kreppuni.

– Vit mugu bara sláa kalt vatn í blóðið og bíða eftir, at støðan broytist. Vit kunnu ikki gera so nógv annað enn tað, sum vit gera í løtuni. Sum tað sær út beint nú, so er líkt til, at tað fer at taka eina góða løtu, áðrenn alt kemur upp at koyra aftur.

– So skjótt sum landamørk lata upp aftur, so fer alt so smátt í gongd aftur, men vit fara at síggja ferðavinnu á sama støði, sum vit gjørdu í fjør. Soleiðis verður tað ikki. Eru vit heldig, verður tað kanska í september ella oktober, at støðan verður hampilig aftur.

– Tað verður undir øllum umstøðum ikki í summar. Tað veldst sjálvandi um, hvussu leingi hetta fer at standa við. Hevði hetta vart í tvær vikur, kundu vit fingið gongd í aftur í apríl. Sum er, er nógv av okkara aktiviteti flutt til heyst. Men eg trúgvi slett ikki, at vit kunnu vænta sama ferðafólkatal sum áðrenn. Tað fara vit ikki at síggja. Tað verður ikki fyrr enn næsta summar.

Pætur Trónd Thomsen sigur, at Hafnia hevur bjóðað øllum kundunum at flyta tiltøk og bíleggingar til seinni í árinum, men at tey annars hava ókeypis avlýsingarpolitikk, so kundarnir kunnu eisini avlýsa, um teir ynskja tað.

 

Hotel Brandan

Smyril Line, sum eigur Hotel Hafnia, er í ferð við at byggja nýggja, stóra og glæsiliga Hotel Brandan á Oknarvegi í Havn við síðuna av høvuðssætinum hjá Bank Nordik. Eftir ætlan skipar hotellið, sum hevur 124 nýggj kømur, fyri móttøku 2. mei, tí tá skal hotellið standa klárt og lata upp.  Tá spurdur um koronastøðan hevur avleiðingar fyri upplatingina hjá nýggja hotellinum, svarar Pætur Trónd Thomsen, at í verandi løtu letur hotellið upp sum ætlað, men at bíðað verður sjálvandi eftir tilmælum frá myndugleikunum.

– Vit síggja tíðina an. Vit fylgja við, hvat myndugleikarnir boða frá, og vit fara sjálvandi at fylgja tí, sum teir siga. Um koronastøðan verður av tá, vera vit í teirri hepnu støðu, at innbjóðingin verður galdandi. Og í løtuni er hon galdandi.

Arbeiðið at byggja hotellið gongur eisini framá, hóast onkrar avbjóðingar verða at leggja allarseinastu hond á.

– Vit hava onkrar spesialuppgávur í sambandi við byggingina, sum krevja, at vit mugu fáa útlendskar serfrøðingar til Føroya. So okkurt avhongur av teimum. Men í løtuni gongur framá, og handverkarar eru til arbeiðis í løtuni og gera arbeiðið liðugt. Høvuðsarbeiðið gongur, sum tað skal.

 

Vælferðarsamfelagið traðkar til

Pætur Trónd Thomsen fegnast tó um, at landsins myndugleikar hava tikið støðuna í álvara og hava samtykt ein hjálparpakka til teirra, ið verða rakt av serligu støðuni, sum er íkomin.

– Tað er her, at vælferðarsamfelagið vísir sítt virði, tað er veruliga flott. Og tað, at alt traðkar til upp á hendan mátan at bjarga arbeiðsplássum, tað er fantastiskt.

– Hetta fer eisini at raka tær lítlu fyritøkurnar og tey sjálvstøðugu vinnurekandi. Tey verða hart rakt av hesum. Hetta er eins serlig støða, og tað er einki, sum vit kunnu stýra sum so. Vit mugu bara síggja tíðina an og taka dag fyri dag, sigur Pætur Trónd Thomsen.