TIÐINDI     SOSIALURIN

- Har er pláss fyri meira list í fólkaskúlanum

- Vit klára ikki at nøkta tann tørvin, sum er. Vit fáa tríggjar ferðir so nógvar tilmeldingar, enn vit kunnu bjóða út, sigur Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum, sum er eitt fjølbroytt og ókeypis listatilboð til fólkaskúlar í Føroyum



Listaleypurin er ein listaverkætlan, sum byrjaði fyri 11 árum síðani, og sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið, LISA og Mentamálaráðið standa á odda fyri. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist av alskyns slag við at lata føroysk og útlendsk listafólk vitja á skúlum kring landið. Verkætlanin má sigast av vera ein súksess, tí áhugin frá skúlunum er metstórur og hevur bara verið vaksandi seinastu árini.

- Tað er ótrúliga stuttligt, at áhugin er so stórur og vaksandi. Afturmeldingarnar eru positivar, og tað er deiligt, at møtið millum listafólkini og skúlarnar riggar. Tað er jú ikki givið, at tað skal vera spennandi og gevandi, tá onkur kemur í undirvísingina uttanífrá. Men tað riggar, og tað eru vit sera glað fyri, sigur Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum.

Klára ikki at nøkta tørvin

Samstundis sum áhugin fyri Listaleypinum er vaksin, er fíggjarkarmurin til Listaleypin ikki vaksin. Fíggjarkarmurin er eins og undanfarnu árini á 900.000 krónum, og hetta saman við stóra áhuganum frá skúlunum leggur trýst á virksemið og tilboðini hjá Listaleypinum.

- Vit klára ikki at nøkta tann tørvin, sum er. Vit fáa einar tríggjar ferðir fleiri tilmeldingar, enn vit kunnu bjóða út, sigur Rannvá Káradóttir og vísir á, at tað koma yvir 300 tilmeldingar frá skúlunum á hvørjum ári.

##med2##

- 900.000 krónur árliga er ikki so nógv, í mun til at tað eru 18 listafólk, sum vitja í skúlum í øllum landinum hvørt ár. Men vit syrgja tó altíð fyri, at allir skúlarnir fáa okkurt. Tess størri skúlarnir eru, tess fleiri vitjanir fáa teir, soleiðis at tað passar til næmingatalið. Men næmingarnir á skúlunum kundu gott hugsað sær enn fleiri vitjanir.

- Tað er í øllum førum pláss til at menna Listaleypin, og vónandi fáa vit pláss til at gera tað í framtíðini. Har er gott pláss fyri meira list í skúlunum, sigur Rannvá Káradóttir. 

##med4##

Arbeiða við list í tíðarskeið

Hetta skúlaárð eru 18 fjølbroyttar verkætlanir í Listaleypinum. 16 av tilboðunum fevna um framførslur, framsýningar og møguligar verkstovur, har sum listafólkini eru á tourné í eina viku og vitja fimm ymsar skúlar hvørja ferð. 

Hini bæði tilboðini eru partur av nýggja leistinum, sum kallast økislistafólk, ið Listaleypurin hevur koyrt seinastu fáu árini. Har er møguligt hjá skúlum at fáa vitjan av einum listafólki ella bólki yvir longri tíð, har næmingar og lærarar fáa møguleika at fara í dýpdina við listaligu tilgongdini.

- Kanningar vístu, at lærarar ikki kendu seg ílatnar at undirvísa í summum listagreinum, sum ikki eru so vanligar í føroysku skúlunum. Tí royndu vit at gera tað soleiðis, at nøkur listafólk komu út á skúlarnar at arbeiða í longri tíð við næmingunum og lærarunum. Uppá hendan mátan kundi mann fáa tað listarliga flættað saman og geva íblástur til kreativar undirvísingarhættir, fortelur Rannvá Káradóttir.

- Tað kann geva teimum næmingum, sum ikki eru so væl fyri bókliga, møguleika at brúka ein annan inngangsvinkul til skúlan. Vit hava fingið afturmeldingar um, at hesi átøkini hava fingið fatur á næmingum, sum mann ikki vanliga fekk fatur á í undirvísingini, sigur hon. 

##med3##

List er týdningarmikil

Vónin hjá fyriskiparunum er, at Listaleypurin kann vera við til at geva næmingum eina breiða mynd av, hvat list er, hvat mann kann gera við list, og hvussu mann kann brúka list í gerandisdegnum.

- List er týdningarmikið fyri øll menniskju, tí tað hevur so nógva jaliga ávirkan, sigur Rannvá Káradóttir og greiðir nærri frá teimum nógvu fyrimununum við, at børn brúka list í undirvísingini og sum frálæruhátt.

- Í skúlaumhvørvinum hjálpir tað næmingum við eitt nú abstraktari hugsan, perspektivering og at síggja fasettir og sambandið millum ting, sum mann kanska vanligvís ikki sær. At fáa list í undirvísingina í fólkaskúlanum er fantastiskt, og tað kann jú eisini vera, onkur fer at hugsa, at list er nakað, mann veruliga kann liva av, sigur Rannvá Káradóttir.

Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum