Havrannsóknarskip í politiskum ivaveðri

Ivaspurningarnir eru framvegis ov nógvir til at løgtingið torir at samtykkja lógaruppskotið um havrannsóknarskip. Tvær royndir at broyta lógaruppskotið vóru ikki nóg mikið, og málið varð tí sent aftur í nevnd

Hóast løgtingið fríggjadagin fór í summarfrí, so heldur politiska telvingin um nýggja havrannsóknarskipið fram. Lógaruppskot nummar 119, sum skal geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at lata onkran privatan byggja eitt havrannsóknarskip til tað almenna at brúka, varð ikki avgreitt. Í tólvta tíma varð...