TIÐINDI     SOSIALURIN

Heilsølurnar gera sítt

men onkrar reglur kundu verðið broyttar



 

 

 

 

Tað er fokus á matoyðsl hjá heilsølunum í Føroyum, og talan er um ein trend, sum hevur havt við sær, at heilsølur hava ein stoltleika av ikki at koyra mat burtur.

Tað sigur Gunnar Mohr, sum er stjóri í Poul Michelsen heilsølu í Havn. Trupulleikin við matoyðsl er tó ikki í stóran mun at finna hjá heilsølunum, men heldur hjá handlunum sjálvum.

 

- Tað er ikki nógv matoyðsl í okkara liði. Tað er meira hjá detail-handlunum enn hjá okkum. Tað matoyðsl, sum er, er frukt og grønt, tí tað er ringt er stýra frukt og grønum. Ert tú niðri á fastlandinum, so kunnu heilsølur og handlar fáa frukt hvønn dag. Vit fáa eina ferð um vikuna, og tað er tað. Tað skal so halda í eina heila viku, og tað er ein avbjóðing bæði hjá okkum og hjá handlunum.

Gunnar Mohr ivast í, um tað letur seg gera at fáa fleiri sendingar um vikuna upp til Føroyar, fyri soleiðis at hava frægari goymslustýring. Hann vísir á, at jú minni innfluttu nøgdirnar gerast, tess meira kostar vøran, og tað gongur í síðsta enda út yvir handlarnar og harvið eisini forbrúkaran.

 

Tað hendir seg tó, at matvøra á goymsluni nærkast seinasta søludegi, uttan at verða seld. Fyri at sleppa undan, at tann maturin verður koyrdur burtur, verður hann sum oftast seldur á tilboði.

- Vit royna at selja tað bíligt. Vit plaga at gera tilboð til handlar og catering fyritøkur, tá vit hava vørur, ið nærkast seinasta søludato. Vit boða frá, at vit hava vøru við tí og tí dato og við tí og tí prísinum, so vit royna at skjóta tað av.

 

 

Er vøran hinvegin farin um seinasta søludag, ber ikki til at selja hana. Men har eru dømi um, at tær haldførisreglur, sum eru galdandi í Føroyum, hóska seg ikki til føroysk viðurskifti, og at góður matur verður koyrdur burtur, sum ikki nýtist at verða koyrdur burtur. Eitt gott dømi um hetta, heldur Gunnar Mohr, eru egg.

 

- Spaniólar, franskmenn, italienarar goyma ikki egg á køl, og tá hava egg bara haldbari á tríggjar vikur. So hevur ES skorið um ein kamb og sagt, at egg skulu hava haldføri á tríggjar vikur. Men í Skandinavia, í Føroyum og aðrastaðni goyma vit egg á køl, og har halda eggini seg í kanska tríggjar til fýra mánaðir. Har liggja vit í Føroyum og tveita egg burtur í tonsavís hvørt ár. Tað er eingin loyna, tað gera allir. Tað er ein vøra, sum verður øgiliga nógv brúkt - tað er ein øgilig voluma. Tað er blivið ein trupulleiki í dag við eggunum, og tað er keðiligt. Tað er góð vøra, men tú kanst ikki selja hana, tí at seinasti søludagur er farin.

 

- Men tað er fokus á matoyðsl, vit ansa øgiliga væl eftir ikki at koyra mat burtur, sigur Gunnar Mohr og leggur aftrat, at talan er eisini um spiltar pengar, hvørjar ferð matur verður koyrdur burtur.