TIÐINDI     SOSIALURIN

– Hetta er ein mannarættindakreppa

Tað, sum byrjaði sum eitt stríð um katalanskt sjálvræði og sjálvsavgerðarrætt, er nú endað sum ein sponsk mannarættindakreppa.Tað sigur Josep Costa, næstformaður fyri katalanska tingið, sum var á vitjan í Føroyum í farnu viku. At brúka ríkisfelagsskapin sum fyrimynd fyri loysn í Katalonia er tó ikki ein møguleiki longur, tí støðan er nú ov spent, heldur Josep Costa



Talan er ikki longur um eina katalanska kreppu, men eina spanska og evropeiska kreppu, heldur Josep Costa, sum ger greitt, at avgerðin hjá sponsku stjórnini og sponsku dómstólunum at seta fleiri katalanskar politikkarar í fongsul er brot á grundleggjandi mannarættindi.

– Støðan er íbirt av einum varandi kravi um sjálvsavgerðarrætt, sum áhaldandi hevur verið noktað frá sponsku stjórnini. Tað er endað við, at stjórnin hevur sett fólk í fongsul, sum royndu at at vinna hendan sjálvsgavgerðarrættin.

– Tað, sum upprunaliga var eitt demokratiskt argument, bleiv til eitt løgfrøðiligt argument. Og nú er tað vorðið ein mannarættindakreppa við politiskum fangum, har politikkarar sleppa ikki at taka við sessi teirra, hóast teir eru valdir av fólkinum, sigur Josep Costa og vísir millum annað til Oriol Junqueras, sum ikki sleppur at taka sæti í ES tinginum, tí hann situr í sponskum fongsli fyri at eggja til ófrið.

– Vit eru nú í einari støðu, har at sýtanin at geva Katalonia sjálvsavgerðarrætt hevur skapt eina mannarættindakreppu, sigur Josep Costa.

 

Vanlagna fyri ES

Josep Costa ger greitt, at tað, at ES ikki hevur lagt seg upp í stríðið í Katalonia, hevur viknað um støðuna hjá ES sum felagsskap, ið skal sigast virða mannarættindi.

– Spania máðar undan støðinum hjá Evropa sum eitt øki, ið virðismetir mannarættindi og demokrati. Hevur tú eitt limaland, ið ikki virðir mannarættindi, so fer tað at ávirka alt Evropa. Tað er átroðkandi at sleppa hesum tankanum, at tað, sum gongur fyri seg í Spania, er eitt innahýsis stríð, og at onnur lond kunnu vera neutral. Tú kanst ongantíð vera neutralur, tá tað kemur til mannarættindi, sigur Josep Costa og vísir á, at heimildin hjá ES londum at stríðast fyri mannarættindum í londum sum Kina og Turkalandi viknar nógv, kann ES ikki tryggja grundleggjandi mannarættindi í egnum limalondum.

 

Vil gera vart við støðuna í Katalonia

Josep Costa steðgaði í Føroyum í tveir dagar í farnu viku, áðrenn hann legði leiðina víðari til Íslands. Neyðugt er at gera vart við støðuna í Katalonia og Spania, og at finna stuðul, har stuðul kann finnast, sigur Josep Costa. 

– Vit mugu varpa ljós á støðuna í Katalonia, og vit kunnu læra frá støðuni í Føroyum. Eg havi longu lært nógv um søguna hjá Føroyum - um løgtingið og fólkatingið. Hetta er ein møguleiki hjá mær at greiða frá, hvat gongur fyri seg í Katalonia. Hetta er ein møguleiki at finna samanhald og stuðul og eisini greiða frá, hví framferðarhátturin frá evropeisku tjóðunum er miseydnaður.

Hvat kunnu føroyingar læra frá katalanum? Og umvent, hvat kunnu katalanar læra frá føroyingum?

– Tað er ein góður spurningur. Eg haldi, at føroyingar kunnu læra frá katalanum, at vilt tú hava okkurt, so er tað altíð vert at stríðast fyri. Tað verður ongantíð latið tær fyri einki ella uttan offur. Hinvegin kunnu vit læra, at har eru aðrir hættir at loysa ósemjur sum hesar. At sjálvsavgerðarrættur kann vera loysnin og ikki trupulleikin.

– Hetta er ein felags lærutilgongd. Bæði førini - Føroyar og Katalonia - vísa, at viðurkenning av sjálvsavgerðarrætti førir til friðarligar og samtykkjandi loysnir, sum ikki neyðturviliga enda við loysing. Men gera tær tað, so er tað ikki dramatiskt, og tað er ikki heimsins endi. Roynir tú hinvegin at nokta sjálvsavgerðarrætti - roynir tú at fortelja fólki, at tey hava ikki rætt til teirra egnu framtíð - so fer tað at skapa ósemjur og trupulleikar, ið eru nógv verri.

Josep Costa heldur, at høvdu føroyingar ynskt loysing, so hevði danska stjórnin ikki tikið valt at senda føroysku politikkararnar í fongsul fyri at steðga tilgongdini. Costa vísir eisini á, at hetta er ivaleyst eisini ein av orsøkunum til, at føroyingar ikki hava loyst frá Danmark. Føroyingar kenna seg tryggar í ríkisfelagsskapinum, tí danska stjórnin hevur ikki tørv á at senda føroyskar politikkarar í fongsul, tá teir tosa um loysing.

Við at loyva føroyingum og grønlendingum ávíst sjálvsræði og ávísan sjálvsavgerðarrætt hava danir dugað betri at hildið fast í ríkisfelagsskapinum enn spaniólar hava, heldur Josep Costa og vísir á, at hevði spanska stjórnin givið Katalonia størri frælsi, tá biðið varð um tað, varð katalanska kravið um loysing ongantíð vorðið veruleiki.

 

Danski frymilin ber ikki til í Spania

Hóast Josep Costa heldur, at framferðin hjá Danmark hevur eydnast væl í Føroyum, so metir hann ikki, at ríkisfelagsskapurin kundi verið ein leistur at loysa kreppustøðuna millum Spania og Katalonia. Spanska stjórnin er ikki áhugað, heldur hann, og nú er støðan vorðin so spent, at katalanar hava ikki longur áhuga heldur.

 

– Øll føri eru ymisk orsakað av søguligum viðurskiftum. Tað er ivaleyst so, at munurin í støddini á Danmark og Føroyum er so stórur, at tað, sum er møguligt her, hevði ikki verið møguligt í Spania. Mentanin og søgan í Spania er so øðrvísi enn her, at hugburðurin hjá leiðarunum er eisini ein heilt annar. So eg haldi, at tað er øgiliga ósannlíkt, at sponsku leiðararnir høvdu skotið upp eina líknandi loysn.

Josep Costa vísir eisini á, at fyri 10 árum síðani høvdu katalanar uttan iva verið nøgdir við eina loysn lík henni, ið vit hava í ríkisfelagsskapinum. Men nú viðurskiftini eru harðnað og spanska stjórnin hevur tikið tær avgerðir, ið hon hevur tikið, er lítið sannlíkt, at katalanar høvdu gingið við til ta loysnina.

 

Katalanar kunnu ikki bøta um støðuna

Tað er greitt, at Spania kann bøta um spentu støðuna við antin at leyslata teimum katalansku politikkarunum, ið eru settir í fongsul, ella at virða úrslitið frá katalansku fólkaatkvøðuni í 2017. Tá spurdur um tað er nakað, ið kann gerast frá katalanskari síðu fyri at bøta um støðuna, er Josep Costa ivingarsamur og vísir á, at spanska stjórnin hevur ikki verið áhugað í samskifti.

 

– Eg haldi, at vit hava allatíð verið sinnað at fara í dialog og at samráðast. Kreppan stendst av, at hin síðan noktar at koma til samráðingar. Veruleikin er tó, at hetta er ikki nakað, ið politiskir leiðarar skulu avgera. Í síðsta enda má tað vera upp til fólkið at gera av, hvørja framtíð tey ynskja, og ein loysn, ið ikki tekur atlit til, hvørt fólkið er nøgt við loysnina, er ikki nøkur verulig loysn, sigur Josep Costa.

 

Eingin vandi fyri vápnaðum stríði

Í Spania eru hópin av rørslum og flokkum, ið stríðast fyri loysing ella størri sjálvsavgerðarrætti ymsastaðni í landinum. Kendastu teirra eru tó uttan iva loysingarrørslurnar í Katalonia og í Baskaralandi.

Meðan baskiska loysingarstríðið var merkt av vápnaðum samanbrestum og yvirgangi, hevur katalanska stríðið hinvegin gingið fyri seg á politiska vígvøllinum.

– Eg haldi, at vit hava altíð verið eitt friðarligt fólk, og vit hava sæð fyrimunirnar við at vera friðarlig. Baskarar vunnu ikki stríðið - tað eydnaðist teimum ikki við teirri strategiini, sigur Josep Costa og vísir til bumbu- og drápsherferðirnar hjá loysingar- og yvirgangsfelagsskapinum ETA.

– Umframt moralsku argumentini - sum eg taki undir við, og so at siga allir katalanar taka undir við - er eisini praktiska argumentið, at vápnað stríð er ikki munagott. Tað eydnaðist ikki baskarum við hasari strategiini, og vit høvdu mist heldur enn vunnið undirtøku, høvdu vit gjørt tað sama.

Josep Costa heldur ikki, at støðan í Katalonia var nakrantíð í vanda fyri at enda við vápnaðum samanbrestum.

– Eg haldi, at søgan greiðir okkum frá, at framkomin samfeløg sum tað katalanska merkja vanliga einki til tílík vápnað stríð. Fólk eru ikki til reiðar at ofra teirra vælveru í slíkum støðum. Fyri meg er tað greitt, at ein ovustórur meiriluti av katalanska fólkinum hevði verið ímóti vápnaðum stríði, sigur Josep Costa.