TIÐINDI     SOSIALURIN

Hetta er ein syrgilig støða

Fríðhild Winther, forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun, sigur, at einir 25-30 av hennara limum hava havt sítt arbeiði á fiskavirkinum í Skopun



- Hetta hevði eg slett ikki væntað, og eg havi ikki hoyrt eitt einasta orð um, at virkið møguliga fór at lata aftur. Sandoy Seafood hevði bjóðað øllum arbeiðsfólkinum út til Nólsoyar ein túr seinni í hes- um mánaðinum. So, hetta kom í allar mátar púra óvart á okkum.

Tað sigur Fríðhild Winther, forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun, sum hevur havt einar 25-30 limir á flakavirkinum, sum nú letur aftur.

Fríðhild Winther hevur verið knýtt at flakavirkinum í Skopun heilt síðan 1978 – við undantaki av umleið trimum árum, tá virksemið hevur ligið stilt.

- Tað var ein steðgur á virkinum eini tvey ár í kreppuni í fyrru hálvu av nítiárunum, tá óføru Delta-menninir á Tvøroyri vóru við til at reisa virk- semið á føtur aftur. Síðan var aftur ein steðgur nøkur fá ár herfyri, tá Marine Harvest hjálpti til at fáa virksemið á føtur aftur.

Forkvinnan í Vónini heldur, at nú er lítil vón um, at virk- semið verður reist á føtur aftur.

- Vit kenna ikki framtíðina, men nú haldi eg, at tað sær svart út. Eg hevði als ongan varhuga av, at virksemi nú fór at halda upp at, og vegna tey arbeiðsfólk, sum virksemið í Skopun hevur havt so stóran týdning fyri, harmist eg ómetaliga nógv um støðuna, sum knappliga hevur tikið seg upp.

Hon vísir á, at nøkur av teimum, sum arbeiða á flakavirkinum í Skopun, ikki hava fingist við annað enn fiskaarbeiði, og nú virkið letur aftur, noyðast tey kanska heilt inn á Skálafjørðin, um tey skulu fáa líknandi arbeiði aftur, sum tey hava havt í Skopun.

- Onnur, sum hava roynt okkurt annað, kunnu kanska

fáa arbeiði í røktini ella aðrastaðni, men eingin vissa er fyri hesum.

Fríðhild Winther sigur, at hon er ógvuliga hørm um tað, sum er hent.

- Flakavirkið í Skopun hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri Skopun og fyri mong onnur í Sandoynni, sum hava havt sína inntøku her. Tað er eitt serstakt samanhald á ein- um fiskavirki, og í staðin fyri, at fólk nú kunnu gleða seg til ein útferðartúr saman, verða øll nú søgd úr starvi.

Forkvinnan í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini heldur, at støðan, sum nú hevur tikið seg upp, er ógvuliga syrgilig, og hon heldur tað vera synd í teimum, sum nú kanska skulu noyðast av oynni at finna sær arbeiði.

- Hetta verður serliga trupult hjá teimum, sum hava børn, og har maðurin kanska er sjó- maður, sigur Fríðhild Winther.