– Hetta er herðaklappið til føroyskan tónleik

Fyrireikingarnar eru avgreiddar, og alt er klárt, nú tað stundar til ársins FMA virðislønir, ið verða handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Talan er um eitt kvøld, har vit fegnast og eru errin um tað, ið føroyski tónleikapallurin megnar at framleiða, sigur Rólant Waag Dam, fyriskipari

– FMA er eitt tiltak, sum varpar ljós á nakað av tí besta, sum undanfarna tónleikaár hevði at bjóða uppá.

Soleiðis sigur Rólant Waag Dam um ársins FMA virðirslønir, sum verða lætnar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

– Tað, sum vit fáa, er gott og rættiliga fjølbroytt. Vit hava 11 ymiskar framførslur, og tær...