Hótti við at brenna City Church í grund

Illvilji og mistrúgv móti løgregluni umframt ein misskiljing kring eitt barnaverndarmál førdi við sær, at ein maður fyrr í ár var dømdur í Føroya rætti fyri hóttanir og harðskap móti samkomufólki og løgreglufólki. Verjin vildi hava mannin fríkendan og kærdi tí til landsrættin

Eystari Landsrættur staðfesti í gjár ein dóm í Føroya rætti, har ein maður varð dømdur fyri brot á grein 266 og 199, ið eru um ávíkavist hóttanir og hóttanir ella harðskap móti embætisfólki.

Maðurin var dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri fyrsta málið og seks mánaðir fongsulsrevsing fyri seinna málið. ...