Ivast í enn einari roynd

Hóast útvið tveir triðingar av føroyingum vilja loyva samkyndum at gifta seg borgarliga, so er ivasamt um uppskotið verður lagt framaftur. Samgongan hevur læst seg fastan, og vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvørt tað verður til gagns fyri samkynd, siga Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen

- Kanningin er eitt prógv um, at ”stríðið” er vunnið úti millum fólk, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
- Uppskotið verður lagt framaftur, spurningurin er bara nær, sigur Bjørt Samuelsen.
- Vit mugu taka við í metingina, hvørt tað verður til gagns fyri samkynd, ella bara endar sum fótatraðk,...