Jespersen: Elis dugdi at gera sendingar til fjøldina

– Eg beundraði mangan Elis fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag um dag at gera eina beinleiðis sendingar, sigur Jógvan Jespersen, fyrrverandi kringvarpsstjóri

Jógvan Jespersen, fyrrverandi útvarps- og kringvarpsstjóri, minnist Elis Poulsen, sum ein sera ídnan starvsfelaga.
– Elis var ein eldsál fyri tað, sum hann fekst við. Eg kendi hann mest frá Útvarpinum, og eg má siga, at eg beundraði hann mangan fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl...