TIÐINDI     SOSIALURIN

Jól í Eysturgrønlandi

Meðan tey flestu halda jól heima við hús, eru fleiri sjómenn, ið eru noyddur at vera burturi um jóltíðir. Ein teirra er Jógvan Kristiansen, sum siglir við Tuugaalik hjá Royal Greenland



Hetta er fyrstu ferð, at Jógvan Kristiansen er við júst hesum bátinum, men hann hevur siglt við bæði grønlendskum og føroyskum bátum fyrr - eisini á jólum.

– Eg havi hildið jól umborð á føroyskum bátum fyrr, og tá hava vit gjørt nokk so nógv burturúr. Hetta var, tá eg var yngri. Tá eru vit farnir út við skipsbátinum og eru sigldir aftur umborð, har ein dekkari klæddi seg út sum jólamaður. Tá gjørdu vit nokk so nógv burturúr, sigur Jógvan Kristiansen.

 

Produktiónin steðgar

Umborð á Tuugaalik verður vanliga etið í tveimum; frá 14:00 til 14:30, og síðani frá 14:30 til 15:00. Jólaaftan er tað hinvegin so, at øll produktiónin á fabrikkini steðgar, so øll manningin kann eta saman.

– Nú gera vit so, at produktiónin steðgar jólaaftan, so allir kunnu eta dunnu saman. Jóladøgurðin er góður, og vit hava góðan kokk - dunnan er góð. Tað er sjálvandi ikki tað sama sum at vera heima, tí tað er altíð keðiligt, at vera burturi á jólum, sigur Jógvan Kristiansen.

 

 

Summir av manningini plaga at taka jólagávurnar við heimanifrá, meðan aðrir gera ikki. Men allir fáa tó okkurt, tí umframt at reiðaríið letur teimum gávu, so fáa teir eisini gávu frá Sjómansheiminum í Nuuk.

 

Tað er ikki vanligt, at manningin pakkar gávur upp saman. Eiheldur verður dansað um jólatræið. Men tað verður sungið eitt sindur um borðið, greiðir Jógvan Kristiansen frá.

 

Vanligt er, at skip senda jólaheilsanir til Føroya, og umborð á Tuugaalik er einki undantak.

- Skipið plagar at senda jólaheilsan í útvarpinum, og so plaga vit at hava eina heilsan á portalunum eisini, sigur Jógvan Kristiansen.

 

Jólasiðirnir teir somu

Allir dekkararnir umborð eru grønlendingar, meðan yvirmenninir eru føroyingar, men jólasiðirnir eru meira ella minni teir somu hjá grønlendingum sum hjá føroyingum, sigur Jógvan Kristiansen. Har er kortini eitt spæl, ið hann fyrr hevur sæð grønlendingar spæla, ið ikki verður spælt millum føroyingar.

- Teir hava eitt spæl, har teir kasta myntir upp í luftina, og so skalt tú samla myntir upp. Tað verður brúkt til serligar høgtíðir og serligar dagar. Eg veit ikki heilt, hvat spælið gongur út uppá, men tey telja, hvør hevur tikið mest upp. Annars eru siðirnir meira ella minni teir somu.

 

Tað er ymiskt frá skipi til skip, hvussu nógv verður gjørt burtur úr tí andaliga á jólum. Umborð á flestu føroysku skipunum plagar okkurt at verða gjørt burturúr, sigur Jógvan Kristiansen, og umborð á Tuugaalik verður eisini andakt.

 

Vóna at halda jól við kei

Umborð eru ikki stundir at taka sær av løttum jóladag, sigur Jógvan Kristiansen, men maturin er kortini framúr. Trupulleikin er bara tann, at tað viðrar so illa í Eysturgrønlandi, at tað er ikki altíð so lætt hjá kokkinum at gera góðan mat. Hinvegin vónar manningin, at teir verða lidnir við fiskiskapin áðrenn jól, so teir kanska sleppa í kei jólaaftan.

– Vit hava ikki so nógv eftir at fiska, so møguliga halda vit jól í Íslandi. Tað er nokk so spennandi, so vit gleða okkum at síggja, um vit klára tað ella ikki. So kunnu vit tosa heim við Messenger ella Skype. Netið er ikki so gott umborð, at vit kunnu ikki tosa heim við video og síggja familjuna.

- Tað er betri at liggja inni og fáa tosað ordiligt við familjuna. So er tað næstan sum at vera heima, sigur Jógvan Kristiansen.