Henny og Børge Egholm í Havn hava 25. februar verið gift í 70 ár. (Mynd: Álvur Haraldsen)


Kærleikin er har enn í dag, men á ein annan hátt

25. februar hava hjúnini Henny og Børge Egholm í Havn verið gift í 70 ár. – Jú, kærleikin er har enn, annars høvdu vit ikki hildið saman. Men tað er meira friðarligt nú, sigur Henny Egholm. Tað sjáldsama er, at tey hava eitt vinarpar í Nólsoy, ið eisini hevur jarnbrúdleyp í februar

Hóast hann júst er vorðin 90 og hon er 88, so eru tey væl fyri, tá ið tey taka móti útsendingunum frá Sosialinum, ið koma at vitja í heimi teirra á Hamarsgøtu 22 úti á Tórgarði í Eysturbýnum. Eini stór hús frá 70-unum við íbúð í kjallaranum.

Veggirnir í stovuni eru mest sum tapeseraðir við rúgvuvís av myndum,...

Henny og Børge Egholm í Havn hava 25. februar verið gift í 70 ár. (Mynd: Álvur Haraldsen)