Karin Kjølbro 75 ár

Ein politikari, sum tordi at siga sína meining og standa við sína meining, hóast allir menn á tingi bakkaðu, tá teir hildu, at Gud rak partapolitikk á tingi og var ímóti samkyndum og javnstøðu – í øllum førum fyri kvinnur

Mikudagin fylti Karin Kjølbro á Argjum, sum er fyrrverandi løgtingskvinna, sosialráðgevi og annað mangt 75 ár.

Karin Kjølbro er ættað úr Klaksvík. Dóttir Turid f. Thomsen úr Skúvoy og Poul Nolsøe Kjølbro Klaksvík.

Hon var fyrru ferð gift við Høgna Debes Joensen, fyrrverandi landslækna (1966-85). Tey bæði eiga børnini Brynhild, sum vit millum annað kenna sum fyrrverandi leiðara í Ferðslutrygd, Bergtóru, sum vit kenna sum fyrrverandi tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Hanus, sum er lækni. Seinnu ferð, í 1999, giftist hon við Ørvi Thomasen, sum er úr Klaksvík.

Karin Kjølbro gjørdist  alment kend, tá hon á løgtingsvalinum í 1978 varð vald á Løgting. Hetta var fyrstu ferð í søguni, at føroyingar valdu kvinnur á ting. Hesaferð vóru tær báðar, Jona Henriksen fyri Javnaðarflokkin og Karin Kjølbro fyri Tjóðveldisflokkin valdar. Jona hevði tó sitið á tingi valskeiðið frammanundan sum varafólk fyri Jákup Lindenskov, sum var landsstýrismaður. Men tær fingu í 1978 heiðurin at vera fyrstu kvinnurnar í Føroyum, sum vóru valdar beinleiðis á ting.

Karin hevði eisini verið inni sum varafólk valskeiðið frá 1970-74. Hon er onnur kvinna, sum hevur roynt tað. Tann fyrsta var Malla Samuelsen í 1964.

Tíðarskeiðið hjá Karini sum virkin politikari vardi í 12 ár. Tá valið í 1990 nærkaðist, boðaði hon frá, at nú fór hon at gevast. Hetta hildu mong vera løgið. At gevast eftir »bara« 12 árum. Tað var ikki vanligt. Eitt er, at hon var onnur av teimum fyrstu kvinnunum at verða vald á ting, men hon var tann fyrsta, sum av egnum vilja gavst í politikki.

Tað »óvanliga« við tí var uttan iva, at føroyingar vóru ikki vanir við, at nakar sjálvboðin »gavst« í politikki á so ungum árum einans 46 ára gomul. Tí menn plaga ikki gevast, fyrr enn teir eru gamlir ella teir duga at síggja, at snildast er at gevast. Teir finna annars sjáldan hurðina sjálvir, so sum Karin gjørdi í 1990.

Vit minnast eisini tað altíð blídligu og smílandi Karina fyri at hava sína meiningar og standa við sína meining.

Eitt dømi var, tá hon einsamøll talaði ímóti stóru skipapakkunum í áttatiárunum. Annað var glantrileikurin um 266b í 1988.

Henda púra meinaleysa lógargreinin um at fáa kynsliga sannføring inn í lógargreinina í revsilógini skapti stóra øsing, tá ein prestur í landsstýrinum fann sær eitt høvi at leggja samgongufelagar sínar við Atla P. Dam á odda at vilja góðkenna homoseksualitet í Føroyum. Hetta var øgiligt. Føroyar vóru nú á glíðibreytini. Tí fylgið hjá Atla P. Dam ætlaði enn tá eisini at samtykja, at javnstøða skuldi vera millum kvinnur og menn. Hetta var ógudiligt og kommunistiskt og alt møguligt vemmiligt.

Herferðin hjá prestinum og fylgi eydnaðist. Samgongan slitnaði. Men tað gjørdi »kristilig« flokkurin eisini, so samgongan kundi halda fram – tó við teirri treyt, at hendan »vemmiliga« lógargreinin, sum fór at føra til, at Føroyar fór at viðurkenna, at summi fólk eru samkynd, hon skuldi sendast har piparið grør.

Málið lá í tinginum – og atkvøðast skuldi. Tá atkvøtt varð – so var bara ein atkvøða fyri. Hana átti Karin Kjølbro.

Av øllum í Løgtinginum, var tað bara Karin Kjølbro sum dugdi at síggja eitt lítið sindur longur fram, og sum ikki vilda bakka fyri teimum, sum nýttu halgubók sum kavaplógv at vinna sær politiska makt við at seta onnur í ringt ljós og døma tey til devul og brand.

Slíkt er víðskygni móti dapurskygni. Í dag sigur søgan sítt. So »nasadjørv« var Karin eisini longu í 1979, at hon legði fram uppskot á ting um javnstøðulóg. Tá mundi mangur tingmaður smírast – um slíkt fjant og fjas, sum kvinnur kundu finna uppá.

Karin var eisini blaðstjóri á málgagninum hjá Tjóðveldisflokkinum, 14. September, har hon millum annað skrivaði oddagreinir við broddi.

At Karin og Jona vórðu valdar á ting júst í 1978 er heldur ikki av tilvild. Til hetta valið var løgtingsvallógin broytt soleiðis, at tingfólkatalið vaks frá 26 til 32, og Suðurstreymoyar valdømi fekk tvey valdømisvald umboð afturat.

Nú var betur pláss fyri kvinnum. Og líka til vallógin aftur varð broytt til eitt valdømi í 2008, var trupult at fáa kvinnur valdar á ting uttan fyri Suðurstreym.

Kanska søgan um politikaran Karin Kjølbro er søgan um, hví menn ikki skulu ráða einsamallar. Um vit siga, at Jona var fyrr enn Karin, so eru bara 23 komnar á ting eftir Karina, sum kom á ting fyri nærum 42 árum síðani. Tað sigur ikki so lítið um støðuna.