Kend andlit skulu mynda Kringvarpið

Kringvarpið hevur seinastu vikurnar sett tveir royndar journalistar í starv, aftaná at fleiri av verandi journalistum eru farnir aðrar leiðir. Næstu seks mánaðirnar verða Barbara Holm, fyrrverandi blaðstjóri í Sosialinum, og John Johannesen, fyrrverandi løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, partur av journalistiska umhvørvinum í Sortudíki

Fólk sum fylgja væl við tíðindunum í Kringvarpinum hava uttan iva lagt merki til, at nógvar broytingar hava verið í manningini tey seinnu árini.

Seinastu tíðina hava kend nøvn sum Óluva Zachariasen, Beinta Løwe, Rógvi Olavson, Leivur Frederiksen, Uni Holm Johannesen og Jan Lamhauge antin søkt farloyvi úr størvunum...

Mynd: kvf.fo