Kirkjan flytur seg frá prædikustólinum út í gerandisdagin

– Nú vit ikki kunnu savnast í kirkjuni til gudstænastu, so upplivi eg tað soleiðis, at í hesi truplu støðuni kann eisini nakað gott koma burturúr. Kirkjan flytur seg frá prædikustólinum út til gerandisdagin hjá fólki, sigur Ann Dahl Hansen, sóknarprestur við dómkirkjuna í Havn

Í 14 dagar hevur Ann Dahl Hansen sitið í sjálvbodnum sóttarhaldi. Tað var dóttirin, sum gongur í 6. flokki, sum hevði verið í Danmark. Tá ið hon kom heimaftur, fór hon í sóttarhald, sum áheitanin frá myndugleikunum tilráddi. Mamman og systurin gjørdu tað sama, meðan maðurin flutti út í eina tíð.

– Vit hava tað...