TIÐINDI     SOSIALURIN

Kjak um Trump endaði við knívstungu

Ein maður varð í Føroya rætti í gjár varðhaldsfongslaður í 15 dagar fyri at hava stungið vinmann sín í beinið við knívi umframt at hava hótt fyrrverandi unnustu sína við at gera enda á henni og síðani sær sjálvum



Maðurin var skuldsettur í trimum málum. Í tveimum málum fyri brot á grein 266 í revsilógini, ið er um hóttanir, og í einum máli fyri brot á grein 245, sum er fyri grovan harðskap.

 

Hóttanir umvegis Snapchat

Maðurin var í fyrsta føri skuldsettur fyri at hava sent hóttanir til fyrrverandi unnustu sína umvegis appuna Snapchat, har hann hevði skrivað "Eg skal nokk enda teg og so meg sjálvan". Harumframt bar ákærin fram, at skuldsetti maðurin hevði eisini sent hóttandi boð til vinkonurnar hjá fyrrverandi unnustuni.

Maðurin játtaði seg sekan í málinum og segði, at hann meinti ikki nakað við hóttanunum. Annars hevði hann ikki stórvegis viðmerkingar til skuldsetingina, tí tað var ov svárt hjá honum at tosa um.

 

Stakk vinmannin í beinið

Maðurin var í øðrum og triðja máli skuldsettur fyri hóttanir og grovan harðskap móti vinmanni sínum í einari hending, ið fór fram leygarkvøldið í Klaksvík. Har var skuldsetti farin á vitjan hjá einum vinmanni. Til staðar var skuldsetti, órættaði vinmaðurin og ein triði vinmaður, og teir høvdu sitið og tosað um politikk. Ákærin bar fram, at teir høvdu tosað um Donald Trump, amerikanska valstríðið og ein møguligan 3. heimsbardaga, tá kjakið gjørdist í so heitt, og skuldsetti og annar vinmaðurin fóru til hendurs.

Ákærin vildi vera við, at skuldsetti maðurin hevði tá sagt við vinmannin: "Eg stingi teg, eg stingi teg!", og endin var, at skuldsetti maðurin hevði stungið vinmannin í beinið tvær ferðir, soleiðis at neyðugt var hjá vinmanninum at fara undir læknahond á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Ákærin vildi eisini vera við, at skuldsetti hevði hótt við at fara út í bilin eftir byrsu.

 

Skuldsetti maðurin noktaði seg sekan í málinum, tí hann vildi vera við, at talan var um sjálvverju. Sambært honum høvdu teir kjakast um politikk, tá vinmaðurin brádliga gjørdist óður og vildi hava ákærda á dyr. Skuldsetti og vinmaðurin fóru til hendurs úti í gongini, har vinmaðurin endaði omaná og tók kvørkratak um ákærda, og endin varð, at skuldsetti tók knív upp úr lummanum og stakk vinmannin tvær ferðir í beinið. Skuldsetti maðurin vildi eisini vera við, at tað var meðan vinmaðurin lá omaná, at hann hevði sagt, at hann skuldi stinga vinmannin.

Skuldsetti maðurin var síðani farin frá vinmanninum í bili, men ósemja var millum vitnisfrágreiðingarnar hjá løgregluni, hvussu hetta var farið fram. Skuldsetti maðurin hevði ognarlutir liggjandi hjá vinmanninum, ið hann vildi hava við sær. Hann vildi sjálvur vera við, at mamman hjá vinmanninum hevði kastað lutirnar inn í bilin, men onnur vitnisfrágreiðing vildi vera við, at maðurin hevði uppført seg hóttandi uttan fyri vindeygað í húsunum áðrenn, tá hann bað um at fáa lutirnar hjá sær aftur.

 

Alvápnaður í songini

Eftir at vinmaðurin hevði verið á skaðastovuni, varð løgreglan fráboðað. Ákærin førdi fram, at tá løgreglan kom á bústaðin hjá ákærda, lá hann í songini, og við sær í songini hevði hann knívar umframt eina lødda høglbyrsu. Eisini vóru knívar at finna um alt kamarið.

Skuldsetti maðurin helt lítið um frágreiðingina ákæranum, tí hann vildi sjálvur vera við, at hann var farin útum til løgreglufólkini, tí tey stóðu og "ýldu" eftir honum uttanfyri. Haraftrat metti hann ikki, at byrsan var lødd. Talan var um eina dublet, og hóast høglpatrónur vóru í byrsuni, so kundi hon ikki metast at vera lødd, tá hon ikki var afturlatin, helt hann.

Tá spurdur, hví hann hevði eina høglbyrsu við sær í songini, svaraði skuldsetti, at hann óttaðist, at vinmaðurin fór at koma eftir honum, og tí vildi hann vera til reiðar.

Um knívarnar segði maðurin, at honum dámdi væl knívar, og at hann sostatt metti seg vera ein samlara.

 

Greitt varð eisini frá persónligu viðurskiftunum hjá manninum. Maðurin var nakað seinmentur og varð mettur at vera á autismuspektruminum. Hann hevði í tí sambandi fyrr havt tilknýti til almennar stovnar av ymsum slag, umframt at hann áður hevði verið í trupulleikum fyri at koma við hóttanum. Hann hevði í eitt tíðarskeið ikki havt tilknýti til nakran stovn, men úr gomlum mentalkanningum varð greitt frá, at maðurin kundi orsakað av sínum avbjóðingum hava ágangandi atburð í ósemjum.

 

Ákærin vildi hava fýra vikur

Ákærin bað um at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur. Ákærin førdi fram, at um havt var í huga, hvørjari støðu maðurin var í, var tað ikki forsvarligt at lata hann ganga leysan, tí vandi var fyri, at maðurin fór at gera seg inn á vinmannin aftur.

Verjin helt, sum vera man, at maðurin skuldi ikki varðhaldsfongslast, men varð hann varðhaldsfongslaður kortini, skuldi talan ikki vera um meira enn tvær vikur.

Tá avtornaði, kom dómarin til ta niðurstøðu, at maðurin skuldi sita í varðhaldi í 15 dagar fram til 20. januar.

 

Hald lagt á vápn, telefon og aðrar lutir

Umframt at biðja um at fáa skuldsetta mannin varðhaldsfongslaðan, bað ákærin eisini um at fáa rannsóknina á bústaðnum hjá manninum góðkenda av rættinum og harumframt um at leggja hald á knívar, skotvápn og aðrar lutir frá bústaðnum. At enda vildi ákærin eisini hava loyvi frá rættinum til at fremja rannsókn á telefonini hjá manninum. Hetta seinasta var í sambandi við tær hóttanirnar, ið maðurin hevði sent fyrrverandi unnustuni.

Maðurin var spurdur, um hann vildi geva loyvi til, at løgreglan legði hald á lutirnar og rannsakaði telefonina, men tað vildi hann ikki. Hann gjørdi greitt, at knívarnir og høglbyrsan vóru ikki ólóglig, og tí sá hann onga orsøk til, at løgreglan skuldi leggja hald á tað. Haraftrat hevði hann játtað seg sekan í at senda boðini við telefonini, og tí skuldi ikki verið neyðugt hjá løgregluni at rannsaka hana. "Telefonin er", segði maðurin, "tað mest persónliga sum er."

Dómarin góðkendi rannsóknina av bústaðnum og gav ákæranum viðhald í, at hald kundi leggjast á vápn og lutir fyribils. Dómarin kom tó ikki til nakra niðurstøðu viðvíkjandi telefonini, og tí varð tað útsett.

 

Maðurin kærdi avgerðina til Eystara landsrætt.