TIÐINDI     SOSIALURIN

Lata upp mánadagin - Sóttarhaldið lutvíst slept

Mánadagin 15. juni koma nýggju leiðreglurnar fyri ferðandi til Føroya í gildi. Øll ferðandi skulu hava við sær váttan um negativa koronakanning, ið ikki er eldri enn fimm dagar. Kortini verður ikki álagt ferðandi at lata seg kanna í døgunum eftir, at tey eru komin til landið. Frægast og tryggast hevði verið, um ferðandi eisini vórðu kannað fyrsta og sætta dagin eftir, at tey komu til Føroya, heldur Pál Weihe



Yvirhøvur eru størstu broytingarnar í leiðreglunum, sum koma í gildi 15. juni, at ikki longur er neyðugt hjá ferðandi úr ávísum londum at fara í sóttarhald. Ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Norra og Týsklandi nýtast ikki at fara í sjálvboðið sóttarhald í 14 dagar, eins og áður hevur verið staðiliga tilmælt av landsins myndugleikum.

Frameftir sleppa ferðandi úr hesum londum beint út í samfelagið, men kravið er, at tey hava váttan um negativa koronakanning, ið ikki er eldri enn fimm dagar.

Kravið um koronakanning er eisini galdandi fyri tey, ið koma aðrastaðni frá, men ferðandi úr øllum øðrum londum enn omanfyrinevndu verður framvegis "staðiliga mælt til" at fara í sóttarhald í 14 dagar.

Fólk búsitandi í Føroyum sleppa kortini undan bæði sóttarhaldi og váttan fyri negativa koronakanning, og hetta merkir, at tey hava frítt at fara til útvaldu londini at ferðast uttan avleiðingar, tá teir koma heim aftur.

 

Hetta kann gerast undir ábyrgd

Nýggju leiðreglurnar skulu síggjast sum eitt úrslit av einari risikometing av smittutrýstinum í ávísum londum.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti, sum eisini er formaður í epideminevndini.

– Ferðaleiðreglurnar merkja, at tú kanst frítt ferðast til Norra, Ísland og Týskland, og vit hava eisini gjørt metingar út frá smittutrýstinum í teimum londunum. Tá vit hyggja eftir tí, eru vit komin til ta niðurstøðu, at tað gevur meining at sleppa tilmælinum um sóttarhald. Vit skulu gera eina heilsufakliga meting, men vit sleppa ikki undan at sleppa undan einum størri samanhangi, sigur Michael Boolsen.

– Tí hava vit sagt, at við júst teimum trimum londunum, umframt ríkisfelagskapinum, meta vit tað kann gerast undir ábyrgd, sigur Michael Boolsen um tilmælið um sóttarhald, sum nú er slept, ert tú ferðandi frá Danmark, Grønlandi, Íslandi, Norra ella Týsklandi.

Hann leggur kortini aftrat, at metingarnar eru gjørdar út frá støðuni, sum hon er júst nú, tí tað er ikki óhugsandi, at smittutrýstið brádliga kann broytast í londunum kring okkara, og at hetta kann hava við sær, at leiðreglurnar broytast aftur.

 

Best at kanna øll eftir komu

Pál Weihe, leiðari á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, hevur alment verið úti og gjørt greitt, at eftir hansara tykki hevði verið rættast at kanna fólk fyri koronasmittu fyrsta dagin, tey komu inn í landið, og síðan aftur sætta dagin. Hetta hevði havt við sær, at tey, sum komu til Føroya, kundu ferðast rættiliga frítt í samfelagnum, tí at sannlíkindini fyri, at tey høvdu smittuna, høvdu verið heilt lítil. Eisini metir Pál Weihe, at rættast hevði verið at kannað øll, sum koma til Føroya - eisini tey, ið eru búsitandi í Føroyum, og sum hava verið í Danmark í ørindum.

– Tað er mítt fakliga sjónarmið. Og tað byggir á ein tanka um, at vit skulu halda Føroyar koronafríar. Tá vit fáa nógv fólk, og ein partur av teimum ikki verður testaður, so økjast sannlíkindini fyri, at vit fáa smittuna aftur í samfelagið. Tað merkir ikki, at tað verður nakað ringt útbrot, men at tað er sannlíkt, at vit fáa tilburðir aftur, sigur Pál Weihe.

Um spurningin hví kanningar ikki verða framdar av ferðandi, aftaná tey eru komin til Føroya, sigur Michael Boolsen, at talan er um ein tilfeingisspurning, umframt at týdningurin av kanningum má vektast.

– Tað er út frá samlaðu metingini av týdninginum av at gera eina kanning. Ein kanning er í sjálvum sær eitt útrykk fyri eina løtumynd. Vit kunnu velja ein leist, har tað leypandi verður kannað í einum tíðarskeiði á 14 dagar. Men tá mugu vit eisini gera eina meting av tilfeingisnýtslu í mun til tað væntaða úrslitið av at gera ein so stóran innsats, sigur Michael Boolsen.

 

Ovmikið av kapasiteti til kanningar

Tað er undir øllum umstøðum ikki mangul upp á kapasitet at fremja koronakanningar av øllum, ið koma til landið, staðfestir Pál Weihe.

Nýtir tú bæði privata og almenna kapasitetin til koronakanningar, ber til at fremja 1500 kanningar um dagin, staðfestir hann.

– Thetis og Amplexa hava sagt og givið mær garanti fyri, at tey hava tann kapasitetin, sum skal til. Og leggur tú tað saman við Heilsufrøðiligu starvsstovu, so er kapasiteturin stórur, sigur Pál Weihe.

Thetis og Amplexa eru báðar privatar heilsufrøðiligar kanningarstovur. Amplexa hevur heimstað í Danmark, men er í hesum døgum í ferð við at seta upp kanningarstovu í hølunum hjá Inova, har Thetis heldur til frammanundan.

– Seta vit fulla orku á kapasitetin á Heilsufrøðiligu starvsstovu umframt tað í Inova, rokni eg við, at vit høvdu kunnu gjørt 1500 kanningar um dagin.

Hóast 1500 kanningar um dagin er nógv, so er virði í teimum, tí kanningarnar skulu halda Føroyar koronufríar.

– Vit høvdu eina strategi, sum segði null smitta, og vit hava latið samfelagið nógv upp. Vit sita til fótbóltsdyst, 100 fólk kunnu koma saman, har tey júst eru farin frá 10 til 50 í Danmark. Tí eru vit viðkvom fyri smittuberum, sum koma uttanifrá, sigur Pál Weihe.