TIÐINDI     SOSIALURIN

Leiðslan veit ikki altíð best

Tað er torført at fáa leiðarar at viðurkenna, at leiðslan veit ikki altíð best. Tí ofta er talan um leiðarar, sum í allar bestu meining royna at motivera, viðurkenna, stýra og máta seg til betri avrik. Hóast starvsfólk ofta vita, at tað ikki riggar, finnur leiðslan ofta seint útav, at avriksmentanin skapar verri avrik, góðsku og fyriskipanarlig dømievni, sigur navnframi rithøvundurin og leiðsluráðgevin Christian Ørsted



Fleiri fólk verða útbrend, hóast tey arbeiða á einum arbeiðsplássi við góðari leiðslu. Tey kenna veruliga, at leiðarin hugsar um tey, hevur áhuga í og empati fyri teimum, men tey verða útbrend kortini. Tey fáa so at vita frá leiðsluni, at tey áttu at ansa betur eftir sær sjálvum – nú umframt alt annað mugu tey eisini ansa betur eftir.

– Her er ikki talan um ein vánaligan, keðiligan ella kaldan stjóra. Nei, hetta er umvent, tí her er talan um leiðslu, sum veruliga ynskir at betra um umstøðurnar. Trupulleikin er tó hann, at leiðslan ikki sær egnu ábyrgd í støðuni, sigur Christian Ørsted rithøvundur og leiðsluráðgevi.

Lýsingin av eini fyritøku við framgongd er, at tey fókini, sum rýma, eisini droyma um at koma aftur. Orsøkirnar til, at tey vilja aftur á gamla arbeiðsplássið eru, at arbeiðið har var innihaldsríkt og av hægri góðsku enn tað arbeiði, sum tey megna á øðrum arbeiðsplássum. Starvsfólk venda aftur til eitt slíkt arbeiðspláss, tí har er ein mentan, sum leggur upp til, at tey taka sær av hvørjum øðrum.

 

Sterk kjarna tolur trýst
Spurdur um, hvussu ein slík arbeiðsmentan verður skapað, har starvsfelagar taka sær av hvørjum øðrum, greiðir Christian Ørsted frá, at starvfólk fáa meir burturúr, tá tað, sum tey gera, er áhugavert, og tey fáa stuðlað starvsfeløgum sínum. Tað ironiska er tó, at tá tú veruliga hevur tørv á sjálvhjálp, hevur tú ikki yvirskot til tað, ella megnar tú tað ikki. 

– Kemur tú hartil, at tú verður noyddur til at taka tær av tær sjálvum, tá hevur tú ikki orku til tað. Tá hevur tú ístaðin tørv á starvsfeløgum, familju og vinum, sum kenna tínar tørvir og fáa sett teg í eina støðu, har tú megnar tað, tú hevur ábyrgd av, sigur hann.

– Vit síggja, at tað tað ofta fer at snúgva seg um rekrutering, og arbeiðsgevarar velja at seta fólk, ið teir halda tola eitt ávíst trýst. Hetta er sera áhugavert, tí hví tola menniskju trýst í gerandisdegnum. Er tað persónleiki, ella er tað bólkurin av starvsfólki, sum í felag ger, at tá eg arbeiði saman við dugnaligum fólki, sum eg havi álit á, so megni eg eitt størri trýst, spyr hann. 

– Tá eg so fari í nýtt starv í eini nýggjari fyritøku og ikki longur havi toymisstuðulin, megni eg ikki sama trýstið. Tað er tí, at treystleiki er treytaður av arbeiðsplássinum, staðfestir Christian Ørsted.

Modernað leiðsla undir 2. heimsbardaga
Í metsølu bók síni «Lívshættislig Leiðsla» greiðir rithøvundurin víðari frá um amerikanskar hermenn á Kwajalein oynni í Japan undir øðrum veraldarbardaga, tá nútíðar leiðsla nevniliga tók skap. 1. februar 1944 komu amerikanskir hermenn í land á Kwajalein oynni við tí fyri eygað at hertaka oynna.

Navnframi brigatugeneralurin S.L.A. Marshall var komin við amerikonsku hermonnunum til oynna fyri granska atburðin hjá teimum. Hetta gjørdi hann við tí endamáli at økja um framleidni hjá soldatunum, tí tað víst seg at vera trupult, at fáa hermennirnar at skjóta fyri at drepa. Nakað, sum í veruleikanum var teirra missión. Seinastu mánaðirnar hevði hann samrøðu við hermennirnar júst eftir, at teir høvdu verið í skotbardaga. Hann vildi skilja, hvat teir upplivdu í tí helviti, teir vóru staddir í, tá teir bardust.

S.L.A. Marshall kom til somu niðurstøðu umaftur og umaftur. Bert 15 av 100 hermonnum skutu fyri at drepa. Hinir 85 siktaðu viðsíðuna av ella skutu als ikki. Orsøkin var ikki, at mennirnir vóru óttafullir, tí vóru kammeratar teirra í vanda, gjørdu teir alt teir vóru mentir fyri at bjarga teimum. Tað var tískil ikki egoisma, tá fólk ikki gjørdu eftur boðum. Hermennirnir fingu snøkt sagt ikki seg sjálvar til at taka eitt annað lív, tí menniskjan rætt og slætt er fødd við sterkari mótvild ímóti at drepa, vísir Ørsted á.

Tí vórðu átøk sett í verk, sum skuldu venja hermennirnar av við mótvildina. Leiðslan í herinum arbeiddi komandi árini skipað við uppgávuni. 

Nú skuldu nýkallaðir hermenn í innleiðandi venjing læra at minka um sannføringar og virði, broyta sjálvsmyndina og soleiðis geva seg undir militerið. Venjingin skuldi ávirka nýggju hermennirnar á djúpum sálarligum støði. Atburðurin varð meir ágangandi og loyaliteturin mótvegis leiðsluni vaks. Straffur og toymisandi vórðu lyklaorðini. Tað vísti seg, at hermenn vildu heldur sjálvir lata lív enn at taka eitt lív. Var talan um lívið hjá einum av kammeratunum, var søgan ein onnur. Tí varð áherðsla løgd á toymisandan, og toymið fekk felags viðurkenning, tá ein kláraði seg væl, og somuleiðis vórðu øll staffað, tá ein kláraði seg illa.

Tá kríggið í Korea brast á fimm ár seinni, vóru úrslitini av venjingini eyðsýnd! Nýggi leiðsluformurin riggaði, tí nú skutu helmingurin av hermonnunum fyri at drepa. S.L.A. Marshall gjørdi fleiri kanningar fyri at finna útav, hví hin helmingurin av hermonnunum enn ikki vildi skjóta. Tað vísti seg, at hermennirnir vóru so óttafullir, tá teir vóru í skotbardaga, at frontalu ennisbløðini í heilanum vórðu sligin frá. Partar av heilanum, sum skilja menniskjuna frá djórunum vórðu óvirknir.

Fyri at venja djórakendu síðuna hjá menniskjanum, má menniskjan venjast soleiðis, sum djór verða vand. Metodur hjá russiska sálarfrøðinginum Ivan Pavlov vórðu síðani nýttar. Pavlov hevði funnið úrslit í at venja hundar og at fáa teir at reagera, tá hann ynskti tað. Venjingin hjá nýkallaðum hermonnunum varð broytt, og hermaðurin fekk viðurkenning og viðirsløn, tá hann kláraði at skjóta skotskivuna, sum meir og meir fór at líkjast veruligum menniskjum í útsjónd og mobiliteti. Somuleiðis varð hermaðurin revsaður, tá hann ikki gjørdi, sum hann skuldi. Soleiðis varð dráp sett í samband við nakað positivt í miðheilanum hjá hermonnunum. 

Fýra meginreglur birtust úr hesi byrjanini upp á modernaða leiðslu:
1, Leiðarin sum fyrimynd
2, Uppbyggjan av at hoyra upp í eitt toymi
3, Tilvenjing og veruleikakend venjing
4, Virðisløn og revsing bæði til einstaklingar og í toymi

 Hesar fýra meginreglurnar vórðu síðani betri útgreinaðar og ómetaliga væl eydnaðar, tá kríggið í Korea síðani varð veruleiki. Sálarligu amboðini høvdu við sær, at heili 95 prosent av amerikansku hermonnunum skutu fyri at drepa í Koreanska krígnum.

Dagsins samfelag, virkir og hugsanir um avriksvøkstur eru í høvuðsheitum bygd á somu sálarligu meginreglur, heldur Christian Ørsted.

Síðani varð kríggj í Vietnam, og hóast virkisføri hjá hermonnunum undir Vietnam krígnum varð nærum fullfíggjað, hendi nakað óvæntað, tá kríggið var av. Tað fekk avleiðingar fyri hermennirnar, at farið var um djúp sálarlig mørk. Nærum allir, ið høvdu verið á markini í fleiri enn 60 dagar, fingu sálarligar líðingar. Hildið varð, at hermenn, ið ongar avleiðingar fingu, óivað vóru psykopatar, áðrenn teir fóru í kríggj.

Menniskjan varð meir effektiv, ja, men ein nýggjur trupulleiki kom til sjóndar. Hermennirnir vórðu oyðilagdir – teir fingu ikki longur hugsað sjálvstøðugt ella samstarvað við onnur. Teir vóru ráari, minni skapandi, fingu ikki sambond við onnur og dugdu ikki at gera nakað ófyrireikað.

­­

– Tað er júst tað sama, sum vit síggja í fyritøkum. Vit kunnu framleiða sum ongantíð fyrr, men vit brenna út og fáa strongd. Vit missa innovatiónina og evnini til at greina framtíðina, meðan vit renna altsamt skjótari, so vit náa málunum, ið verða sett okkum. Avleiðingarnar ávirka ikki bert sálarheilsuna hjá menniskjanum, men oyðileggja eisni produktivitetin og menningina, sum nýggja leiðslan av byrjan skuldi fremja, staðfestir hann.

Broyting í motivatiónsteoriini
Christian Ørsted greiðir frá, at hermennirnir óttaðust mest at skuffa kammeratarnar. Við hesum varð motivatiónsteoriin broytt – eisini á arbeiðsplássum - so ístaðin fyri at motivera starvsfólk við sjálvságóðum, varð ístaðin motiverað við ávirkanini, sum arbeiðið hevði á starvsfelagarnar.

– Á arbeiðsmarknaðinum kenna fólk seg noydd til at klára seg væl til frama fyri tey, sum tey arbeiða saman við. Tey flestu leggja minni í viðbøtur, ágóðar og framgongd, enn tey leggja í felagsskapin. Soleiðis brenna alsamt fleiri út, sigur hann.

Amy Edmondson, professari á Harvard Business School, eyðmerkti í 1999 av fyrstani tíð hugtakið sálarligur tryggleiki í arbeiðsbólkum. Hon hevur síðani eygleitt, hvussu álitismiklar fyritøkur fáa betri avrik.

Í Harvard Business Review sigur Amy Edmondson, at sálarligur tryggleiki í arbeiðsbólkum er ærligt feedback, at viðganga mistøk fyri hvørjum øðrum og at læra frá hvørjum øðrum. Hon vil vera við, at ein slíkur bygnaður og mentan í alt størri mun er av týdningi í nýtímans búskapi.

Í seinni helvt av nítiárunum vórðu fleiri mistøk framd í sjúkrahúsum í Amerika. Hetta var ein vaksandi trupulleiki. Amy Edmondson hevði tá granskað fleiri toymi í ymiskum sjúkrahúsdeildum, og hon vildi vita, um arbeiðsbólkar, sum eru betri fyri, fremja færri mistøk. Úrslitini, sum hon kom fram á, vístu tað øvugta. Tær deildirnar við betri toymissamanhaldi vístu á fleiri mistøk. Ikki færri. Tað kom óvart á hana, inntil hon fann útav, at trupulleikin var ikki, at tey betri toymini gjørdu færri misstøk, men heldur vildu tey viðganga, at mistøk vórðu framd. Hetta varð bakgrundin til stóru gransking hennara um sálarligan tryggleika og læruatburð í arbeiðstoymum í 1999. Síðani eru fleiri kanningar framdar, og staðfestast kann, at sálarligur tryggleiki fær ikki bert toymið, men eisini fyritøkur at fremja betri úrslit.

– Sálarligur tryggleiki á arbeiðsplássinum er als ikki normurin. Hinvegin er tað óvanligt við sálarligum tryggleika. Orsøkin er, at tað gongur ímóti okkara menniskjaligu náttúru og instinktum. Vit vilja, at hini halda, at vit klára okkum væl, tað er eitt instinkt at geva øðrum skyldina og at taka undir við tí, sum leiðslan sigur. Og í einum hierakii verða slík instinkt ógvusligari, sigur Amy Edmondson í podcasti, sum Harvard Business Review hevur latið úr hondum.

Hon tekur stóru sjónvarpsfyritøkuna Pixar sum dømi. Pixar hevur havt ómetaliga stóra framgongd við animatiónsfilmi eftir animatiónsfilmi, sum allir hava havt rúkandi framgongd. Ed Catmull, ein av stovnarunum og leiðari í Pixar, hevur gjørt sær ómak í at skapa eitt umhvørvi við sálarligum tryggleika, har dentur er lagdur á ærligheit og kritiskt feedback.

Hetta verður gjørt á tveir grundleggjandi mátar. Ein er í atburði og hin er í strukturi. Hann er kendur fyri at vísa á mistøk, sum hann sjálvur hevur framt, og hann gongur soleiðis á odda í atburði við eyðmjúkleika, forvitni og áhuga. Eisini hevur fyrtøkan fundir, sum eru lagdir til rættis soleiðis, at øll fáa sagt sína meining og kritisera filmarnar.

Vil ein fyritøka sáa eina slíka mentan og fáa hana at grógva, eru trý ting, sum leiðslan má hava í huga. Tað er umráðandi at vita, at ein slík broyting ikki kann fremjast alt fyri eitt. Ein má áhaldandi skapa røttu fortreytir, bjóða starvsfólki at taka lut og geva produktivar afturmeldingar.

Sálarligur tryggleiki er móteitur
Í gomlum døgum snúði leiðsla seg um lýdni, síðani fór hon at snúgva seg um motivatión. Í øðrum orðum var ikki nóg mikið, at stavsfólk nú bert gjørdu tað, sum tey fingu boð um, men nú máttu tey eisini hava hug til tað.

Christian Ørsted vísir á, at tá uppgávurnar verða torførar, er tað allar mest umráðandi, at vit hava evnini til at samstarva og sálarligan tryggleika til at tosa um tvístøður í starvsviðurskiftunum. Hetta er tað, sum í størsta mun sermerkir einastandandi góð arbeiðspláss.

– Hetta er í størstan mun avgerandi fyri, um vit velja at verða verandi á arbeiðsplássinum og gerast stolt av tí arbeiðsavrikunum, sum vit megna at gera, sigur hann.

– Vit eru von við at seta leiðslu í samband við stýring, og leiðsla er tískil eisini grundað á, at leiðslan veit best, og leiðslan skal stýra og motivera starvsfólkið. Hetta riggar tó bert, um forteytinar verða loknar. Eru starvsfókini roynd og køn, og eru fløkjalig krøv og uppgávur í gerandisdegnum, so heldur fortreytin ikki. Leiðslan veit ikki altíð best.

Tað er torført at fáa leiðarar at viðurkenna hetta. Tí ofta er talan um leiðarar, sum í allar bestu meining royna at motivera, viðurkenna, stýra og máta seg til betri avrik. Hóast starvsfólk ofta vita, at tað ikki riggar, finnur leiðslan ofta seint útav, at avriksmentanin skapar verri avrik, góðsku og fyriskipanarlig dømievni.

Granskingin, sum Amy Edmondson, professari á Harvard, gjørdi á fleiri amerikanskum sjúkrahúsdeildum síðst í nítiárunum verður nú nýtt í MBA undirvísingini hjá henni á Harvard Business School. Tær deildirnar, sum raporteraðu flest feilir, høvdu eisini bestu trygd. Hinvegin var trygdin vánaligast, har sum fægst fleilir vóru fráboðaðir. Kanningin sigur nevniliga einki um tølini av framdum mistøkum, men heldur vísir hon á, hvør vil viðurkenna mistøk síni. Munurin á sjúkrahúsdeildunum var leiðslumentanin, og leiðslumentanin sigur meir um góð úrslit enn nakar annar faktorur. Tí leiðslumentan vísir á sálarligan tryggleika.

– Sálarligur tryggleiki er álitið ein hevur á, at ein ikki verður mannminkaður ella revsaður, tá man tosar um egin mistøk ella mistøk hjá starvsfeløgum, tosar um iva, spyr spurningar, tosar um ósemjur í arbeiðinum ella leggur nýggj hugskot framm, sigur Christian Ørsted.

Faktaboks:
Christian Ørsted er høvuðsrøðari á Leiðaradegnum 31. januar. Hann er kendur fyri metsølubókina Livsfarlig Ledelse Leiðsla, og hann arbeiðir í skrivandi stund við eini nýggjari bók, sum viðger mýturnar um broytingar á arbeiðsplássum. Hetta verður eisini evnið á fyrilestrinum, sum hann hevður á Leiðaradegnum