Listabreytin á Nám X: Fleiri næmingar blomstra

- Hvørt ár haldi eg meg síggja minst tveir-tríggjar næmingar, sum veruliga skara framúr, og sum eg vænti at síggja á føroyska listapallinum um nøkur fá ár – kanska enntá sum yrkislistafólk, sigur Henný Dánialsdóttir, sum undirvísir á Listabreytini hjá Nám X

Fleiri halda, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa ov lítla undirvísing í listarligum arbeiði í 1. - 9. flokk. Men í 10. flokstilboðnum í Havn, sum eitur Nám X, verður brotið upp við hetta. Har hava næmingar møguleika at tekna seg á sokallaðu Listabreytina, sum merkir, at mann hevur list sum lærugrein tveir dagar...