TIÐINDI     SOSIALURIN

– Listasavn Føroya skal vera eitt mentanarligt flaggskip fyri Føroyar

– Framsýningarnar skulu kunna vísa føroyingum, hvørjir føroyingar eru, og øll skulu vita, at tað er í Listasavninum, at mann kann uppliva Føroyar gjøgnum myndir, sigur Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavni Føroya

 

 



2020 verður eitt spennandi ár fyri Listasavn Føroya, har fleiri broytingar verða framdar. Nú í januar fer leiðslan at gera eina gjøgnumarbeidda visión fyri savnið, sum skal fevna um 2020 og fram.

– Vit skulu hava eina langtíðarætlan fyri tær vørur, savnið hevur í sambandi við framsýningar, miðling, vitjanir og bygningin, sigur Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavni Føroya. 

Karina Lykke Grand tók við sum stjóri í summar, og hon ætlar serliga at arbeiða fyri at menna Listasavn Føroya til ein mentanarligan vita.

– Listasavnið skal vera eitt mentanarligt flaggskip fyri Føroyar. Tað skal vera eitt stað, sum allir føroyingar skulu kenna til og vitja. Fólk vitja oftast, um har er okkurt aktuelt og viðkomandi, sum samsvara við nakrar góðar og viðkomandi spurningar og avbjóðingar í samfelagnum, og tí vil eg arbeiða fyri aktuellum framsýningum. Framsýningarnar skulu kunna vísa føroyingum, hvørjir føroyingar eru, og øll skulu vita, at tað er í Listasavninum, at mann kann uppliva Føroyar gjøgnum myndir, sigur Karina Lykke Grand.

Nýtt og gamalt

Nýggi leisturin hjá Listasavni Føroya merkir millum annað, at góðu gomlu verkini hjá Mikines, Ruth Smith, Steffan Danielsen og hinum koma at samspæla við nýggja nútímans list. 

– 2020 verður ein blanding millum endurnýggjan og siðvenju. Vit fara at blanda alt tað, ið vísir, hvussu Føroyar sóu út fyrr, við tað nýggja, sum vísir, hvussu Føroyar síggja út í dag. Nýtt og gamalt verður sýnt fram við síðunar av hvørjum øðrum í fasta savninum. Í 2020 verður savnið hongt upp á nýggjum eftir temum. So kunnu tey vitjandi betur síggja, hvat tær ymsu framsýningarnar snúgva seg um; til dømis kann eitt tema vera havið, meðan eitt annað er landslagið og eitt triðja er fólkið. Tað verður pláss fyri fleiri listafólkum, tí vit heingja fleiri myndir upp, sigur stjórin.

Á gólvinum er eisini nógv pláss, og hetta skal gagnnýtast til eitt nú installatiónir og høggmyndir.

– Um har eru nakrar installatiónir, sum kunnu siga nakað um Føroyar, so skulu tær upp. Tí havi eg eitt nú raðfest at fingið nakrar skulpturar, sum eru gjørdir av ull og øðrum føroyskum tilfari, sigur Karina Lykke Grand.

Eitt stað fyri øll

Nýggi stjórin vil fegin hava, at føroyingar fara at ganga enn meira á listasøvnum. Hon vil hava fleiri vitjanir frá føroyingum, skúlaflokkum, stovnum og ferðafólkum. 

– Fyri at fáa tey vaksnu inn hugsa vit at bjóða ymsar rundvísingartúrar. Í vár fara vit at kanna nærri, um tað ber til at gera hetta ókeypis, tá ið atgongugjald er goldið, soleiðis at tað ikki verður ein útreiðsla fyri vanliga føroyingin at fara á listasavn. Fyri skúlaflokkar er rundvísing altíð ókeypis, men har skulu vit arbeiða nógv meira við okkara tilboði. Ein skúlatænasta skal gerast, og tað skal vera meira týðiligt, hvørji temu vit hava. Áðrenn jól fekk eg nakrar eyka rundvísarar, soleiðis at vit kunnu bjóða fleiri rundvísingar til bæði vaksin, skúlaflokkar, stovnar og ferðafólk, sigur Karina Lykke Grand.

Listasavn Føroya hevur nakrar afturvendandi framsýningar, sum føroyingar hava stóran tokka til - várframsýningin og ólavsøkuframsýningin.

– Hesar framsýningarnar hugsi eg at stimbra fyri at lýsa tær enn meira upp. Eg vil lyfta tær enn meira, tí hetta eru framsýningar, sum nógv fólk vitja, og so skal har eisini vera okkurt nýtt á palettini.

##med2##

Bygningurin skal umvælast

Tann stóra avbjóðingin við Listasavninum beint nú er, at bygningurin hevur tørv á einari umfatandi umvæling. Stutt aftaná Karina Lykke Grand bleiv stjóri, uppdagaði hon, at tað regnaði inn gjøgnum takið. Landsverk kannaði takið, og niðurstøðan var, at bygningurin treingir til umvælingar. 

– Takið hevur tað nøkunlunda, og tað hava verkini eisini. Tað er ikki soleiðis, at tað beinleiðis regnar inn, men eg kann ikki garantera, at tað blívur við at vera soleiðis, og tí verður tað umvælt. Tað hevði verið ein katastrofa, um ómissandi mentanararvur varð oyðilagdur, til dømis um tað fór at regna á málningarnar hjá Mikines. Tað skal umvælast nú, áðrenn tað verður ov seint, sigur Karina Lykke Grand.

Hon hevur verið í miðlunum við hesari avbjóðingini í heyst, og hon fegnast í dag um, at politikararnir tykjast lurta eftir henni.

– Vit eru í góðum dialogi við Løgtingið og Mentamálaráðið, og eg merki stóra vælvild til, at hendan føroyska listin, sum er í serflokki, eisini kann vísast fram í bygningum, sum eru í serflokki. Øll lond hava eitt tjóðlistasavn, og sjálvandi skulu Føroyar eisini hava tað, men tað má eisini gjarna vera í góðum standi. Tað verður byrjað við at umvæla takið, og vit vóna, at tað verður liðugt í summar 2020. At vælvildin er so stór ger, at hetta er eitt deiligt stað at arbeiða, sigur Karina Lykke Grand.

Listasavn Føroya liggur á Gundadalsvegi við plantasjuna í Havn (Mynd: Listasavn Føroya art.fo)