TIÐINDI     SOSIALURIN

– Lívins harði skúli hevur formað meg til hetta arbeiðið

– Tað slerdi meg hart, tá eg fekk boðini um heiðurin, tí samstundis sum boðini vóru øgiliga rørandi, merkti eg ein øgiligan sakn eftir foreldrunum og dóttur mínari. Tey høvdu verið ómetaliga stolt av mær ein sovorðnan dag, sigur Martin Kúrberg, sum er heiðraður sum Ársins Føroyingur 2019

 

– Eg komi at arbeiða við menniskjum til tann dagin, eg doyggi, sigur Martin Kúrberg



Nógv uppskot til Ársins Føroying 2019 eru komin inn seinastu vikurnar. Sosialurin hevur valt at geva heiðurin til 51 ára gamla Martin Kúrberg, sum seinastu nógvu árini hevur verið høgra hond hjá nógvum av teimum, sum ikki hava tað so gott her í samfelagnum. Í sínum arbeiði sum dagligur leiðari á Herberginum og viðgerðarstovninum Frælsinum á Eiði er hann ein eldsál, sum hvønn dag bjargar og hjálpir menniskjum aftur á røttu kós.

Tað eru góð sjey ár síðan, at Martin tók við sum leiðari á Herberginum. Áðrenn tað arbeiddi hann í 12 ár sum ráðgevi hjá fráhalds- og hjálparfelagsskapinum Bláa Krossi, sum hevur givið honum drúgvar royndir í rúsviðgerðararbeiði.

– Eg arbeiði ikki fyri at fáa ein heiður

Tað er ein ikki sørt rørdur Martin Kúrberg, sum triðja jóladag fær at vita, at hann nú kann kalla seg Ársins føroying 2019. Sosialurin hittir hann á Herberginum í Havn, har hann blíður bjóðar inn í kontórið hjá sær til eitt prát um hansara arbeiði og lív.

– Tað er ein stór æra at fáa hesa viðurkenning. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg royni at gera heimin eitt sindur betri hvønn dag við at bjarga og hjálpa nøkrum menniskjum. Men eg arbeiði ikki fyri at fáa ein heiður. Eg geri hetta, tí tað gevur meining, og tí eg havi verið hinumegin, har alt var svart, sigur hann.

Saknurin eftir teimum farnu er stórur

At fáa heiðurin sum Ársins føroyingur er kensluborið fyri Martin, tí tað vekir ein longsul eftir teimum, sum hann hevur mist. Fyri fimm árum síðani misti hann dóttur sína, Jóhannu, sum doyði sum einans 23 ára gomul. Mamma hansara doyði sum 48 ára gomul, og pápin var 54 ára gamal, tá hann fór her frá.

– Jóhanna hevði verið ómetaliga stolt av mær ein sovorðnan dag, og tað høvdu foreldur míni eisini. Tað slerdi meg hart, tá eg fekk boðini um heiðurin, tí samstundis sum boðini vóru øgiliga rørandi, merkti eg ein øgiligan sakn eftir teimum, sigur ein rørdur Martin Kúrberg.

Martin vendir sær í stólinum og hyggur at einum hondskrivaðum brævi, sum hongur uppi á vegginum aftan fyri seg. Brævið fekk hann frá dóttur sínari, nakað áðrenn hon doyði í 2014, og hetta brævið hevur alt at siga fyri hann í dag.

– Hon var mín besti vinur. Eg sakni hana hvønn einasta dag, og nógv tár fella enn av longsli. Tað hevur verið eyka hart nú um jólini, og tá eg fekk boðini um, at eg nú var ársins føroyingur, tá bleiv eg enn meira rørdur av tí sama, sigur hann og peikar errin á sín vinstra undirarm, har hann hevur eina stóra tattovering av Jóhannu við tekstinum "Babbasa" á.

Martin sær eisini hendan heiðurin sum eina gávu til síni fimm børn, sum eru her í dag.

– Eg havi eisini eina ábyrgd fyri teimum. Eg havi gjørt av at vera her fyri tey, sum eru her í dag, og teir familjulimir, sum eru farnir heim til Várharra, hava tað gott í himmiríki. Eg trúgvi uppá, at eg síggi tey farnu aftur ein dag, sigur Martin Kúrberg.

– Øll hildu eg var hopleysur

Tankarnir hjá Martini renna aftur til tíðina, tá hann var á hinari síðuni, har alt var vónleyst og svart fyri hansara eygum. Fyri 22 árum síðani sat hann nevniliga skitin og tvitin í miðbýnum, og hann átti illa nokk fyri eina øl. Gerandisdagurin í hansara ungu árum hevði nærum eittans endamál: at rúsa seg við rúsdrekka og rúsevnum.

– Tað var ein hørð tíð, tí eg hevði fulkomiliga givið upp. Eg visti væl, at tað ikki var rætt, at eg sat í miðbýnum, men tað var tað einasta, eg fann út av í teirru løtuni, fortelur Martin Kúrberg, sum í eygunum hjá øðrum onkuntíð hevði lyndi til at virka ómøguligur.

– Øll hildu eg var hopleysur. Eg hevði til dømis karantenu á bæði Bláa Krossi og á Heilbrigdi, sigur hann.

At lívsstøðan skuldi enda soleiðis hjá Martini botnar í uppvøkstri hansara, har hann upplivdi at blíva svikin upp á ymsar mátar.

– Eg var mótleysur, uppgevandi, keddur og hevði upplivað nógv keðilig ting, sum mann ikki snakkaði um. Tá eg so kom í samband við rúsdrekka sum 15-16 ára gamal, so var tað pínistillandi fyri mínar kenslur. Tað var ein heilt einastandandi kensla, og seinni byrjaði eg so upp á rúsevnini, sum eg tók, inntil eg var vekk, greiðir hann avgjørdur frá.

– Trupulleikin er, at tá mann ikki tosar um, hvussu mann hevur tað, so verður tað at rúsa seg loysnin og liviráðini. Til endans tímdi eg ikki at liva longur. Eg vildi sleppa heim, tí alt mátti vera betri enn hesin heimurin. Tí gjørdi eg eisini tvær sjálvmorðsroyndir, sigur hann.

Tað ber til at venda skútuni

Men hann sá ljósið aftur og kom burtur úr tí, og í dag er Martin Kúrberg alt annað enn hopleysur - hann eigur lívið í fleiri fólkum og familjum, og er ein sonn gerandishetja.

– At eg nú eri komin her til, er ein øgilig broyting. Tað merkir bara, at tað ber til at venda tí ringa til nakað gott.

– Várharra eigur sín lut í hesum. Tað er hann, sum hevur formað meg, og tað er hann, sum brúkar meg. Tað kann vera, at Várharra hevur sent meg gjøgnum lívsins harða skúla fyri at forma meg til hetta arbeiðið, hugsar Martin.

Martin og kona hansara Hertha hava verið ígjøgnum nógv saman, og tað hevur ikki altíð verið ein dansur á rósum. Hann er henni æviga takksamur fyri hennara stuðul.

– Eg havi eina góða konu, sum hevur verið mær ein ótrúliga stórur stuðul. Uttan hana eri eg lítið verdur. Familjan er tað viktigasta fyri meg, so mítt góða bakland eigur eisini stóran part í øllum, sigur hann.

Framt fleiri broytingar í Herberginum

Herbergið hoyrir til Frelsunarherin og hevur nøkur ymisk tænastutilboð. Har búgva 11 fólk fast, og so eru sjey pláss aftrat í grannahúsunum, soleiðis at tað tilsamans eru 18 búpláss. Her koma øll tey fólkini, ið fella uttan fyri teir vanligu karmarnar í samfelagnum, eitt nú fólk við sálarligum avbjóðingum og rústrupulleikum. Einasti regulin á Herberginum er, at búfólkini vísa virðing og góðan fólkaskikk.

Eitt tað fyrsta, sum Martin setti sær fyri, tá hann bleiv leiðari, var at seta sokallaðu Hitastovuna á stovn, sum er ein útistova, har fólk kunnu uppihalda seg.

– Eg vildi hava hana gjørda beinanvegin. Áðrenn blivu fólk koyrd út á gøtuna klokkan 16 um dagin, og klokkan 21 kundu tey koma aftur, um tey manglaðu eina song. Tað orkaði eg ikki. Fyrst gjørdu vit eina terassu, men tað regnar jú meira enn 300 dagar um árið, so tað riggaði ikki. Í staðin gjørdu vit Hitastovuna, sum hevur loyst ein stóran trupulleika. Nú kunnu fólk sita heitt og fjálgt inni 24 tímar um samdøgrið. Tað dámar mær væl, tí tað var ikki til at halda út at blaka fólk út, sigur hann.

Áðrenn Martin bleiv leiðari, var tað møguligt hjá búfólkunum at fáa karantenu í nakrar dagar, um tey ikki dugdu sær hógv. Hetta hevur hann eisini avskaffað.

– Tú vinnur ikki menniskju við hóttanum. Tú vinnur tey við kærleika. Vit tosa við fólk og ikki niður á fólk.

Eingin dagur er líka

Fjølbroytta leiðarastarvið í Herberginum hevur við sær, at eingin dagur er líka hjá Martini Kúrberg.

– Problematikkirnir eru ymiskir hvønn dag. Tað kann vera, at onkur hevur brúk fyri einari samrøðu í dag, og at onkur annar endar á sjúkhúsinum í kvøld, sum eg so fylgi upp uppá. Onkuntíð koma fólk, sum hava mist bústað, inn her um náttina, og so loysa vit tann trupulleikan. Skúlaflokkar koma eisini onkuntíð á vitjan og fáa undirvísing, og so hava vit eisini samstarv við kriminalforsorgina. So Herbergið er eitt øgiliga livandi stað, greiðir Martin Kúrberg hugtikin frá.

– Men summar tíðir doyggja fólk her eisini. Hetta er eitt øgiliga hart umhvørvi, men vit hava sera góð starvsfólk. Uttan tey hevði einki borið til, sigur hann.

Hann hevur eisini brúkt rúma tíð í løgtinginum, har hann fyri tíðina roynir at tosa við politikarar um at fáa størri játtanir til viðgerðarstovnin Frælsið á Eiði, sum er til ungar misnýtarar.

Fríløturnar eru gullverdar

Sum leiðari í bæði Herberginum og á Frælsinum hvílir mann ongantíð ordiliga, tí mann er altíð til arbeiðis. Hóast arbeiðið fyllir nógv, hevur hann nakrar fríløtur - og hesar nýtur Martin til fulnar. Um summarið fiskar hann laks, og um veturin dámar honum væl at fara ein túr við byrsuni og skjóta haru.

– Tað heldur lívið í mær. At sleppa út í náttúruna burtur frá menniskjum eina løtu er nakað heilt serligt. Tað er umráðandi, tí í hesari bransjuni gevur mann øgiliga nógv allatíðina, og tað kann vera hart, tí mann er hóast alt eisini bara eitt menniskja. Men tá mann er einsamallur í náttúruni, so fær mann okkurt, fortelur Martin Kúrberg.

– Tá eg fari inn í SMS ella eina bensinstøð í Føroyum, møti eg altíð onkrum, eg kenni. Føroyar eru sera lítlar, tá mann hevur arbeitt við menniskjum í so nógv ár. Tað eru altíð søgur onkrastaðni.  Men tá eg siti á einari café í Haderslev ella á Vesterbrogade í Keypmannahavn, tá eri eg bara Martin. At fáa fríheitina at kunna slappa av onkuntíð hevur nógv at siga fyri meg, sigur hann.

Harumframt dámar honum sera væl at campera, sum eisini gevur honum frið. Hann og konan hava seinastu árini staðið á odda fyri Eiði camping á gamla fótbóltsvøllinum á Eiði. Tankin at starta hetta upp kom nakað aftaná dóttir teirra Jóhanna fór, og campingplássið var fyri tey ein máti at koma eitt sindur víðari uppá.

Tær góðu søgurnar motivera

Í uppskotinum til at velja Martin Kúrberg sum Ársins føroying 2019 stóð, at:

-Martin tekur sær av teimum, sum eru komin á eitt skeivt spor, sum samfelagið átti at hjálpt, men ikki hjálpir. Martin ofrar sítt lív fyri hesum bólkinum og hevur uppborið ein heiður fyri sítt arbeiði. Harafturat tekur hann ábyrgd, tá samfelagið ikki ger tað. Martin hjálpir kroystum avvarðandi, sum ikki vita, hvat tey skulu gera, tá tey hava ein, sum treingir til hjálp.

Við hesum grundgevingunum í huga spyrja vit Martin: Hvat er tað, sum motiverar teg til at blíva við við slíkum arbeiði?

– Tað eru tær góðu søgurnar. Tað vælsignilsið at síggja menniskju, sum hava verið í klemmu, fáa tað betri, er fantastiskt, sigur Martin Kúrberg og tekur eitt dømi um eina søgu.

– Eg var til jólatræ í Klaksvík nú ein dagin. Tá kom ein genta yvir til mín, sum eg hjálpti fyri nógvum árum síðani. Hon hevur familju í dag og hevur skapt sær eitt gott lív. Hon segði: “Martin, ongantíð fingu vit tikið eina mynd saman”, og so tók sjeikur hennara eina mynd av okkum báðum. Sovorðið rørir meg djúpt, sigur Martin Kúrberg og staðfestir:

– Í hesari verðini fær mann so veldiga nógv aftur frá hesum menniskjunum. Eg sleppi at vera ímillum heit hjørtu og fantastisk menniskju hvønn dag. Hetta er gull. Tað er tað, sum motiverar meg.

Vil taka teir neyðugu kamparnar

Í arbeiðnum hjá Martini Kúrberg mást tú standa upp fyri teimum menniskjunum, sum tú arbeiðir við.

– Hesi fólkini hava ikki eina sterka rødd í samfelagnum. Eg hevði heldur ikki eina sterka rødd, tá eg sat í miðbýnum, men tað havi eg nú. Eg kom livandi burturúr tí, og eg vil til eina og hvørja tíð fara út og taka teir kamparnar, sum skulu takast fyri hesi menniskju, sigur hann.

Tosað verður ofta um málbólkin hjá Herberginum sum tey veiku í samfelagnum, men hesa orðingina heldur Martin Kúrberg verða miseydnaða.

– Eg haldi ikki, at hesi fólkini eru veik. Um mann kennir teirra søgu og veit, hvar tey koma frá, so sigur mann nakað annað. Hetta eru sterk menniskju, sum hvønn dag fara úr songini og koma ígjøgnum dagin í hesum umhvørvinum. Tað krevur styrki. Tey sita heldur ikki við gullmedalju um hálsin, tá tey sita í miðbýnum. Øll hava prøvað nakað annað, áðrenn tey komu har til, sigur hann.

– Eingin drekkur og rúsar seg fyri at skaða onnur. Øll hava eina søgu, og eingin er føddur soleiðis. Rúsdrekka- og evni í so stórum mongdum er fyri fólk, sum ikki megna sín veruleika. Tað er pínistillandi fyri sálina. So snýr tað seg um at finna ein máta at vera saman uppá, sum er til at halda út, uttan at brúka peikifingurin, sigur Martin Kúrberg, sum ikki er í iva um, at hvat hansara kall í lívinum er.

– Eg komi at arbeiða við menniskjum til tann dagin, eg doyggi. Tað gevur so stóra meining fyri meg, og eg føli eisini, at eg eri vælsignaður í hesum arbeiðnum við nøkrum eginleikum, sum gera, at eg røkki nøkrum menniskjum.

– Eg komi at arbeiða við menniskjum til tann dagin, eg doyggi, sigur Martin Kúrberg