Má lata mína egnu meining víkja

– Í nøkrum førum má eg lata mína egnu meining víkja, og heldur seta tað í verk, sum politikararnir hava tikið avgerð um, sigur Jákup Frants Larsen, kommunustjóri í Fuglafirði síðstu 45 árini, sum nú fer frá fyri aldur. Nú fær hann enn meira tíð til eitt av stóru áhugamálunum, bilar

Í 45 ár hevur hann verið kommunustjóri. Hann hevur arbeitt undir seks ymiskum borgarstjórum. Hann hevur betri innlit í tað, sum er hent í Fuglafirði síðstu hálvu øldina, enn nakar annar. Men nú er aldurin komin, og í heyst fer hann frá.

Vit sita á skrivstovuni hjá kommunustjóranum í Fuglafjarðar kommunu. Ein...