TIÐINDI     SOSIALURIN

Mær dámar eina avbjóðing

- Tað er tað, ið ger tað spennandi at fara til arbeiðis. At skulu halda eina játta er ikki ókent fyri mær, tí eg komi frá einum arbeiði har neyðugt var at halda eina fíggjarætlan fyri nakrar partaeigarar. Tilfeingið er minni í Føroyum, men í høvuðsheitum er avbjóðingin tann sama. Man fær ikki ein blankakekk nakrastaðni, sigur Steinar Eirikstoft, nýggjur stjóri í sjúkrahúsverkinum.

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto



Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, mundi taka tey flestu á bóli, tá hon í juni mánaði kunngjørdi nýggju stjórarnar í føroyska heilsuverkinum. Meðan Alexandra á Dul og Hans Pauli Henryson fingu til uppgávu at stjórna ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús, fór ovasti sessurin, tann sum stjóri fyri alt tað føroyska heilsuverkið og Landssjúkrahúsið, til 37 ára gamla Steinar Eirikstoft.

Meðan teir undanfarnu stjórarnar í heita sessinum á Landssjúkrahúsinum og Sjúkrahúsverkinum vóru kendir frammanundan, Sigurð Ó. Vang, Johnny í Grótinum og Jóanis Erik Køtlum, er nýggi stjórin eitt, í føroyskum høpi, óskrivað blað.

Men hóast hann ikki hevur sitið á nøkrum leiðarasessi innan tann almenna ella privata geiran heima í Føroyum, so er talan um ein mann við leiðsluroyndum frá nøkrum av teimum heilt stóru fyritøkunum innan danska heilivágsídnaðin.

Seinastu 11 árini hevur Steinar Eirikstoft nevniliga arbeitt fyri Novo Nordisk og Xellia Pharmaceuticals, harav hann tey seinastu 8 árini hevur røkt ymiskar leiðslu- og stjórasessir.

Fyrstu stigini
Tá Steinar Eirikstoft sum ungur skifti Havnina út við Keypmannahavn vóru ørindini at lesa til sivilverkfrøðing á DTU. Hann gjøgnumførdi skúlan og eftir lokið prógv fekk hann starv sum verkfrøðingur í stóru donsku fyritøkuni Novo Nordisk. Og tað var har, at havnarmaðurin tók síni fyrstu fet innan leiðslu.

- Tá eg hevði starvast sum verkfrøðingur í Novo Nordisk í tvey ár, fekk eg bjóða eitt starvið sum leiðari á økinum, ið eg tókst við. Í tí sambandinum varð mett, at tað hevði gott, um eg skoytti onkra leiðsluútbúgving aftrat tí, ið eg longu hevði, greiðir nýggi sjúkrahúsverksstjórin frá.

Sostatt endaði hann aftur á skúlabeinki og við síðuna av arbeiðinum tók hann HD í Organisatión og Leiðslu á Copenhagen Buisness School.

Lærurík tíð
Tíðin í Novo Nordisk var sum heild lærurík fyri unga leiðaran og tá hann hyggur aftur at hana í dag, er hann takksamur fyri, at hann fekk møguleikan at mennast í einum umhvørvi, ið leggur dent á førleikamenning av komandi leiðarum.

- Eg eri heppin, at eg havi starvast í einum staði sum Novo, tí tey leggja nógva orku í at menna og útbúgva nýggjar leiðarar. Tað verður so nógvur dentur lagdur á tað, at tað følist sum man er komin á skúlabonk aftur. Tann ráðandi hugburðurin er, at antin mennist man ella fer man aðrastaðni, sigur Steinar Eirikstoft.

Og eftir nøkur ár var tíðin eisini búgvin hjá unga havnarmanninum at søkja nýggja leiðir. Tað var kortini ikki langvegis hann fór.

- Eg hevði fleiri møguleikar í Novo Nordisk, men árið frammanundan hevði Nova grunnurin keypt Xellia Pharmaceuticals. Tað er sama samtak, og eg sá tað sum møguleikan hjá mær at seta meira ferð á yrkisleiðina, sigur Steinar Eirikstoft, ið røkti eitt stjórastarv hjá Xellia Pharmaceuticals í gott seks ár.

Heimlongsul
Nøkur ár seinni var tíðin tó enn einaferð búgvin til, at Steinar Eirikstoft tók eitt nýtt stig á yrkisleiðini, og var hann byrjaður at kanna hvørjir møguleikarnir vóru í samtakinum.

- Tað gekk væl í Xellia Pharmaceuticals, men okkurt nýtt skuldi henda. Møguleikin at flyta uttanlands var uppi at venda, men tá ein broyting kortini lá í luftini hugdu eg og konan eftir øðrum møguleikum. Heimlongsulin var byrjaðu at gera um seg og sonurin var nú í tí aldrinum, at hann skuldi byrja í skúla. So tá starvið á Landssjúkrahúsinum varð tøkt, valdi eg at søkja tað, sigur komandi stjórin fyri føroyska sjúkrahúsverkið.

Fyri ein persón, hvørs yrkisleið higartil hevur verið innan heilivágsídnaðin, var sjúkrahúsverkið eisini eitt av teimum fáu støðum, ið hann ímyndaði sær at arbeiða.

- Tá vit hava hugsað um møguleikan at flyta til Føroyar áður, hevur stjórastarvið fyri sjúkrahúsverkið verið eitt av teimum spennandi størvunum, ið eg sá meg sjálvan í.

Fyri Steinar Eirikstoft hevur starvið eisini tann ágóðan, at hann følir at hann kann vera við til at hjálpa fólkum, ið hava tørv á tí.

- Eg veit at heilivágsfyritøkur ikki hava tað besta orðið á sær, tí vit tjena nógvar pengar, men endamálið er gott. Tað er at hjálpa fólki. Og tað dámar mær eisini við sjúkrahúsverkinum. Tað hjálpir fólki. Eg hevði ikki trivist, um eg arbeiddi í einari fyritøku har vit framleiddu sigarettir, sigur hann.

Sjónligur stjóri
Spurdur um hvussu starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum fara at merkja, at ein nýggjur stjóri nú er settur, svarar hann, at tey nokk fara at síggja hann á teirra deildum.

- Eg havi altíð lagt dent á at vera ein sjónligur leiðari. Tað er sjálvandi ringt, tá man hevur 1000 starvsfólk, men eg ætli mær at vera sjónligur á øllum deildunum og teimum trimum sjúkrahúsunum. Eg komi nokk ikki at kenna øll nøvnini hjá starvsfólkunum, men eg ætli mær í hvørt fall at møta so nógvum sum gjørligt og skilja teirra gerandisdag, so at eg sum stjóri kann kenna teirra umstøður, sigur hann.

Tað er eingin loyna, at hann stígur inn í ein stovn, ið mangan hevur verið merktur av stríði, klandri millum starvsbólkar og manglandi játtan. Kortini er hann við gott mót, nú tað styttis til hann tekur við starvinum.

- Mær dámar eina avbjóðing. Tað er tað, ið ger tað spennandi at fara til arbeiðis. At skulu halda eina játta er ikki ókent fyri mær, tí eg komi frá einum arbeiði har neyðugt var at halda eina fíggjarætlan fyri nakrar partaeigarar. Tilfeingið er minni í Føroyum, men í høvuðsheitum er avbjóðingin tann sama. Man fær ikki ein blankakekk nakrastaðni, sigur hann.

Hóast hann hevur roynt ymiskt í síni yrkisleið, so ásannar hann, at almenna trýstið nokk verður øðrvísi tí, ið hann kennir frammanundan.

- At gerast ein almennur persónur er nakað, ið eg havi tosað nógv við konuna um. Tað er ringt at siga hvussu tað verður. Eg eri vanur við at arbeiða undir trýsti, men ikki undir einum slíkum almennum trýsti. Tað verða trupular støður og tungar avgerðir, ið skulu takast, men tað týdningarmikla er, at eg kann grundgeva og standa inn fyri mínar avgerðir, sigur hann.

Politiskur spurningur

Hóast hann ikki byrjar í starvinum fyrr enn 1. september, hevur hann kortini sett sær fyri hvørji mál hann ynskir at fara í holt við beinanvegin.

- Ein av mínum høvuðsuppgávum er at sameina tað heila. Tað eru nógv økir og starvsfólkabólkar, ið umskarast. So at fáa starvsbólkar at samstarva og draga somu línu verður ein av mínum fyrstu uppgávum, sigur hann.

Eitt av heitu politisku málunum seinastu árini hevur verið spurningurin um Føroyar skulu hava trý sjúkrahús. Men tað er eitt kjak, ið nýggi stjórin letur onnur um.

- Eg eri settur sum stjóri í einum sjúkrahúsverki við trimum sjúkrahúsum. Um vit skulu hava færri, so er tað ein politiskur spurningur, men tað sigur seg sjálvt, at tað kostar at hava trý sjúkrahús til 50.000 fólk. Men tað gevur eisini nakað, at vit hava trý sjúkrahús, tí tað veitir ein tryggleiki í nærumhvørvinum, sigur Steinar Eirikstoft. 

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto