Mangla fýra milliónir til tey eldru í Suðuroy

ELDRAØKIÐ Í SUÐUROY Antin mugu umfatandi sparingar setast í verk, ella mugu kommunurnar sjálvar rinda nógv meiri – og tað eru serliga tær smærru kommunurnar, sum verða hart raktar

Tað er greitt, at tað verður ein kampur hjá kommununum í Suðuroy at rinda allar útreiðslurnar til eldraøkið í oynni næsta ár.

Veruleikin er tann, at antin mugu umfatandi sparingar setast í verk á eldraøkinum í Suðuroy, ella mugu kommunurnar djúpt niður í kommunukassan eftir pengum - og tað fer at raka summar...