TIÐINDI     SOSIALURIN

Mangla skip atknýtt at virkinum í Skopun

Tað er ov dýrt at keypa rávøruna á fría marknaðinum, heldur nevndarformaðurin í Sandoy Seafood



Onki avlop av íløgunum er orsøkin til at eigararnir hava valt at lata Sandoy Seafood í Skopun aftur og siga øllum starvsfólkunum upp.

Tilsamans eini 60 fólk arbeiddu á virkinum, tá ið tey í gjár fingu boð um, at virkið letur aftur.

– Ja, hetta er sjálvandi ein tungur dagur fyri øll, men veruleikin er, at vit fáa tað ikki fígg jarliga at bera til, sigur Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður í Sandoy Seafood.

Virkið í Skopun hevur fyrst og fremst arbeitt tosk og upsa, men tað hevur verið ógvuliga torført at fáa fatur á rávøruni.

– Vit hava keypt alla okkara rávøru á fría marknaðinum. Tað er ofta dýrt, so tað er ringt at fáa nakað at leypa av, sigur nevndarformaðurin.

Mugu hava atknýtt skip

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at fyri at eitt flakavirki skal kára seg í dag, so er neyðugt at hava skip atknýtt, so til- gongdin av rávøru er trygg.

Hetta er tað, sum búskaparfrøðingarnir kalla fyri vertikala integratión.

– Fyri at tryggja, at eitt virki koyrir so effektivt, sum til ber, so má hetta gerast. Tá ber eisini tl at gera langtíðar- sáttmálar um levering og tað kunnu báðir partar fáa gagn av, sigur hann.

Nevndarformaðurin leggur dent á, at arbeiðsfólkið á Sandoy Seafood hava gjørt tað, tey hava kunnað fyri at fáa virkið at ganga, men sum longu nevnt er ongin peningur lopin av í rakstrinum.

Í seinasta almenna rokn- skapinum frá 2017 javnvigar roknskapurin, men árið fyri gevur roknskapurin eitt hall uppá tríggjar milljónir krónur.

Núveerandi eigararnir Movi Faroes og Delta Sea- food hava átt og rikið virkið seinastu fýra árini.