TIÐINDI     SOSIALURIN

Matstovur koyra nógvan mat vekk hvønn dag

Tað eru nøkur krøv, sum matstøð skulu lúka viðvíkjandi matvørutrygd. Tí er tað teimum álagt at koyra onkran mat í skrell, meðan annar matur væl kann latast til annað endamál. Men tað manglar eitt størri kjak um hetta, meinar Heilsufrøðiliga Starvsstovan

 

 



Vit hava ringt til 25 av teimum stóru matstøðunum í Føroyum og sett teimum sama spurningin:

- Tá ið matur loypir av hjá tykkum; koyra tit so matin í skrell, ella fer hann til annað endamál?

Felags fyri næstan øll matstøðini var, at maturin fór í skrell hvønn dag. Munur er á, hvussu nógvan mat talan er um dagliga, tí meðan tað hjá summum matstøðum snýr seg um heilt smáar restnøgdir, so koyra onkrar matstovur meira enn ein skrelliposa av mati vekk um dagin.

Nøkur av matstøðunum plaga at lata matrestirnar til annað endamál, frættu vit. Í summum førum plaga starvsfólk at taka matrestir við sær heim, meðan summi lata mat til eitt nú Herbergið ella til bóndur at geva kríatúrum.

Buffétin er størsti syndarin

Tá talan er um matoyðsl hjá føroysku matstøðunum, eru tað serliga matstovurnar, sum hava buffét, sum koyra nógvan mat í skrell dagliga. Gjøgnumgangandi svarið hjá spurdu matstovunum var, at tað er teimum álagt at koyra matin burtur.

- Leiðreglurnar eru soleiðis, at avlop av mati, sum hevur verið alment frammi, so fólk kunnu koma at røra við matin, skal burtur hvønn dag, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, leiðari í matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

##med2##

Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum umsitur lógir og kunngerðir viðvíkjandi matvørum.

- Vit sum matvørumyndugleiki hava sum høvuðsendamál at arbeiða fyri matvørutrygd. Vit hava matvørulógina at halda okkum til, og her eru tað serliga rasktarreglurnar, sum vit nýta, sigur deildarleiðarin.

- Vit mangla kjak um hetta

Í Danmark selja nógvar matstovur bíligari mat gjøgnum appina "TooGoodToGo". Maturin, sum loypir av hvønn dag, verður seldur bíliga har, og hetta er ein máti at minka um matoyðsl. Hetta brúka føroysku matstovurnar ikki, og annars er tað teimum sum sagt álagt at koyra buffét-matin í skrell hvønn dag.

- Vit hava ikki fingið nakran fyrispurning um tað, og vit mangla samskifti við matstovurnar um hetta. Eg haldi eisini, at vit mangla kjakið um júst hetta, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, sum er opin fyri hesum átakinum.