Jens Jacob og Randi Olsen


Mátti gevast at sigla fyri at ansa konuni

– Vit hava einki dagtilboð til fólk undir 67 ár við alzheimer demens í Eysturoynni, og tí var eg noyddur at koyra til Havnar, so at konan skuldi sleppa á dagtilhaldið í Skotarók. Nú búgva vit í kjallaraíbúð á Argjum í vikuni og eru so á Toftum um vikuskiftið, sigur Jens Jacob Olsen, sum fyri einum ári síðani upplivdi, at tann tá 62 ára gamla konan, Randi, fekk staðfest sjúkuna alzheimer demens

Tann nú 63 ára gamla Randi Olsen av Toftum er rakt av alzheimer sjúku. Hon er ein av teimum umleið 18 føroyingunum niðanfyri 67 ár, ið hava fingið hesa herviligu sjúkuna.

Fekk tilboð í Havn

Einki tilboð er til fólk við alzheimer sjúku undir 67 ár í Eysturoynni. Almannaverkið vísti tó til møguleikan at sleppa inn...

Jens Jacob og Randi Olsen

Randi Olsen