Matvøruburturkast endar í ovninum

Í Føroyum er í løtuni hvørki biogassverk ella kommunal komposteringsskipan, og tískil endar alt matvøruburturkast, og sostatt eisini matoyðsl, í ovnunum í kommunalu brennistøðunum í Leirvík og á Hjalla.

Tann matur, sum endar sum matoyðsl, endar sum vanligt í ruskspannini, og haðani gongur leiðin antin til brennistøðina á Hjalla ella til brennistøðina hjá IRF í Leirvík.

Í IRF hava tey ikki nágreinilig hagtøl fyri, hvussu stórur partur av burturkastinum er matoyðsl og matvøruburturkast annars, men vísa til donsk...