TIÐINDI     SOSIALURIN

Miðlahúsið við stórum braki

Miðlahúsið spílar seg út við undirhaldi, skemti og tónleiki á stórum tiltaki í Vágsbotni ólavsøkudag kl. 22.00



Miðlahúsið ger nógv burtur úr stóra ólavsøkutiltakinum, sum verður hildið í Vágsbotni ólavsøkudag.
Tiltakið er vorðið fastur táttur á ólavsøku, og sera nógv fólk plaga at møta til løtuna við livandi tónleiki og undirhaldi.
– Vit vilja fegin vera við at halda tjóðarhátíðina saman við øllum føroyingum, og okkara staðseting mitt í Havnini – mitt í ólavsøkuhaldinum – leggur upp til, at vit skipa fyri einum tiltaki til stóru fjøldina, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
– Í ár ætla vit at gera meira burtur úr enn nakrantíð, og vit gleða okkum til at fáa eina stóra fjøld í Vágsbotn at hugna sær saman við okkum ólavsøkudag, sigur hann.

Skemt
Gjøgnum árini hava ymiskir skemtarar undirhildið á pallinum, sum er á aðru hædd í Miðlahúsinum og vendir út ímóti Nólsoyar Páls torginum. Hesaferð verða tað tveir stuttligir menn av Skálafjørðinum, ið fara at standa fyri undirhaldinum.
Hilmar Jan Hansen og Bill Justinussen fara í felag at skemta og undirhalda, og teir kunnu finna upp á mangt og hvat. Báðir eru framúr hermarar, og teir duga at venda aktuellum hendingum, so tær kunnu gerast bæði skemtiligar og komiskar.
Hilmar Jan Hansen hevur undirhildið og skemtað í fleiri áratíggju. Seinnu árini hevur Bill Justinussen alt oftari verið at hoyrt í veitslum og til tiltøk, og nú fara teir báðirat undirhalda saman á stóra tiltakinum í Vágsbotni.

Tónleikur
Kendur og væl umtóktur popptónleikur verða at hoyra, tá ið vágbingurin Ingi Poulsen og klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson fara at framføra sínar landaplágur saman við væl spælandi bólki.
Ingi Poulsen hevur seinnu árini verið nógv at hoyrt við sangum sum »Tann fittasta« og »Tá ið eg síggi teg«. Nú er hann eisini aktuellur við sanginum »Kostbar«. Ingi hevur vunnið fram við fangandi løgum og eini eyðkendari suðuroyarrødd.
Niclas Heri er sangari og sangskrivari í bólkinum Dynamit, sum hevur havt eina langa røð av hittum – eitt nú við sangum sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn« og »Til allar kvinnur« bara fyri at nevna nakrar.
Niclas Heri, sum nú hevur bólkin Dynamit Perlur, fer at spæla nakrar av bestu Dynamit-sangunum.
Miðlahúsið heitir á fólk um at koma í góðari tí, tí fjøldin er vanliga sera stór í Vágsbotni.