Mugu sjálvir koma við uppskotum um sparingar

ELDRAØKIÐ Í SUÐUROY Teir borgarstjórar, sum ikki vilja rinda rokningina, mugu so eisini koma við uppskotum um, hvar sparingar skulu gerast

– Eftir mínum tykki, hava vit einki val enn at rinda tað, sum tað kostar.

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og formaður í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, sum umsitur eldraøkið í Suðuroy

Sum tað sæst í øðrum greinum her á síðunum, verður tað ein kampur hjá kommununum í Suðuroy at rinda fyri eldraøkið, tí...