Neyðugt við fleiri byggiverkætlanum í senn

Tað er ein trupulleiki, at tað eru ov fáir vardir bústaðir til teirra, ið hava tørv á teimum. Neyðugt er at projektera og byggja fleiri bústovnar í senn, heldur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum samstundis vísir á, at bústovnarnir skulu taka atlit til tørv og rættindi hjá teimum, ið skulu búgva har

Yvirhøvur saknar MEGD, at tað almenna arbeiðir við fleiri bústaðarverkætlanum í senn. Tóra við Keldu vísir á, at seinastu fýra árini eru 62 búpláss komin aftrat, men at sjálvt tilgongdin til búplássini ofta er longri enn fýra árini. Tilgongdin frá hugskoti til projektering og til búfólkini sleppa inn tekur ofta...