TIÐINDI     SOSIALURIN

Nú hevur tað skund at taka eina avgerð

HEVUR SKUND Nú hevur tað skund at taka støðu til, hvussu tunlar og vegir skulu fíggjast, sigur løgtingsmaður. Sjálvur heldur hann, at vit sleppa ikki undan brúkaragjøldum

Tað eru nógvir spurningar, sum ikki eru svaraðir, men sum tað er neyðugt at Løgtingið hevur eitt svar til heilt skjótt, sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin



Nú verður tað neyðugt, at vit taka støðu til, hvussu okkara samferðslukervið skal byggjast út hesi næstu árini - og ikki minst, hvussu tað skal fíggjast.

Tað sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Og hann leggur afturat, at tað hevur skund hjá Løgtinginum at taka tað kjakið.

Tí vil hann hava eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um okkara samferðslukervið, hvussu tað skal byggjast út, og hvussu tað skal fíggjast.

Og hann ætlar sær eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. Akkurát nær tað verður, dugur hann ikki at siga, tí hann skal umrøða málið við flokkin, og hann skal eisini savna ymsar upplýsingar saman, sum hoyra til málið.

 

Tað týdningarmesta av øllum

Erhard Joensen sær fyri sær, at landskassin fer at koma undir eitt øgiligt, fíggjarligt trýst hesi næstu árini. Ein orsøk til tað, er, at tey bleytu virðini fara at krevja alsamt størri fíggjarorku.

Men landskassin er eisini undir stórum trýsti fyri at byggja samferðslukervið út.

– At byggja samferðslukervið út, er ein endaleys tilgongd, so tað trýstið fer ikki at linka í framtíðini, er hann sannførdur um.

Tvørtur ímóti heldur hann, at tað fer at herðast, ikki minst nú talan verður um at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

– Tað eru longu fleiri tunlar, sum liggja í kortunum og táið teir eru lidnir, verða tað fleiri aðrir tunlar, sum skulu gerast.  Tí verða vit noydd til at at endurhugsa, hvussu vit skulu fíggja okkara samferðslukervi hesi næstu árini, sigur Erhard Joensen.

Og hann endurtekur at tað hevur skund, tí hann nevnir, at tað verður neyðugt at projektera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar nú.

– Hetta er tann týdningarmesta samferðsluútbyggingin av øllum og eftir mínum tykki skal tað vera klárt at fara undir arbeiðið um fýra ár, táið Sandoyartunnilin er liðugur, sigur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.

Men Suðuroyartunnilin einsamallur kostar einar tríggjar milliardir, og tann stóri spurningurin verður, hvussu hann skal fíggjast.

– Tað eru nógvir spurningar, sum ikki eru svaraðir, men sum tað er neyðugt at Løgtingið hevur eitt svar til heilt skjótt, sigur hann.

 

Alt leggjast saman

Sjálvur heldur hann, at alt samferðslukervið, bæði tunlar, vegir og brýr, eigur at verða lagt saman.

Í hesum sambandi er tað eisini ein avbjóðing, at almenn verkløg og bygningar, standa fyri forfalli, tí tað er ikki nokk av pengum til at halda tey fyri.

– Men at fyrigykla fólki, at hetta verður ókeypis, er at kasta torvmold í eyguni á fólki, sigur hann.

Hann heldur, at ein máti kann vera at leggja alt í eitt partafelag, sum skal standa fyri at fíggja útbyggingarnar í samferðslukervið, og at reka tað.

Men sjálvur heldur Erhard Joensen, at vit sleppa ikki undan, at brúkaragjøld verða ein partur av fíggingini.

Men hann vísir eisini á, at landskassin fær hundraðtals milliónir í inntøku av ymsum gjøldum, sum beinleiðis hava við ferðslu at gera. Talan er bæði mvg og skrásetingargjald av bilum og avgjald á bensini og diesel, og øðrum.

Ein spurningur er hvussu stórur partur av hesum beinleiðis skal markast til at fíggja og reka samferðslukervið fyri, sigur Erhard Joensen.

Annars eru røddir frammi í samgonguni um, at brúkaragjald í Norðoyggum skal vera við til at fíggja tunlarnar Norður um Fjall, og brúkaragjald í Vágatunlinum skal brúkast til at fíggja ein tunnil undir Sandavágsháls, til Sandavágs ella kanska heilt til Vatnsoyrar.

– Eg haldi at tað verður hugsað ov nógv í bitum, og eg haldi, at tað er nakað fátæksligt ikki at hugsa longur enn tað, sigur Erhard Joensen.

– Eg haldi, at vit tað, vit hava brúk fyri, er at leggja alt sama, og at finna eini heildarloysn, leggur hann afturat.

 

 

 

Tað eru nógvir spurningar, sum ikki eru svaraðir, men sum tað er neyðugt at Løgtingið hevur eitt svar til heilt skjótt, sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin