TIÐINDI     SOSIALURIN

Nýggi hvalvíksprestur: Djypri inn í djúparu spurningarnar

– Teir djúpu spurningarnir hava altíð verið frammarlaga í huganum hjá mær. Tað at skilja lívið, hví vit eru her, hvat vit skulu, hvør Gud er og skulu vit liva ævigt, sigur Jákup Erlingsson Petersen, nýggi presturin í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi



Nýggi hvalvíksprestur hugsaði at gerast elektrikari ella sølumaður. Men teir djúpu lívsspurningarnir hugtóku hann meira, og hann kom til niðurstøðuna, at við at lesa gudfrøði, so kundi hann seta seg meir inn í hesar spurningarnar. Tað kristiliga fylti, men at gerast prestur, var hann ikki sannførdur um, fyrr enn hann var næstan liðugur at lesa gudfrøði.

Avgerð tikin í Ísrael

Jákup E. Petersen var á bíbliuskúla í Ísrael, tá ið hann tók avgerð um at fara at lesa gudfrøði. Hann hevði umhugsaði at gerast elektrikari, men gavst eftir hálvt ár á Tekniska skúla og tók ístaðin Handilsskúlaútbúgving á Kambsdali. Síðani arbeiddi hann á timburhandlinum Borg í Klaksvík í trý ár sum sølumaður.

Í 2008 var hann saman við trimum vinmonnum farin á bíbliuskúla í Tiberias í Ísrael í fýra mánaðir. Hetta var ein bíbliuskúli, sum Ordet & Israel hevur. Tá varð avgerðin tikin.

– Eg hevði góða tíð at seta meg djypri inn í Guds orð. Eg prátaði eisini við onnur, og hugsaði eisini, hvat eg skuldi nýta mítt lív til. Tá valdi eg, at eg skuldi fara at lesa gudfrøði. Eg byrjaði at brenna fyri tí, sigur Jákup Erlingsson Petersen.

Hann stóð í støðuni, at hann hevði dumpað í týskum á Handilsskúlanum, og hann kannaði tí møguleikarnar at taka tímar í týskum á Kambsdali. Men samstundis hendi tað, at krøvini at lesa gudfrøði vórðu broytt, so at ikki var neyðugt at hava týskt.
– Fyri meg er tað eitt sindur pínligt, at eg ikki kann lesa teir týsku gudfrøðingarnar, til dømis Luther. Men eg eri glaður fyri, at tað eru onnur, ið hava umsett frá týskum til enskt og danskt, sigur Jákup E. Petersen.

Týðandi við trúargrundarlagi

Jákup E. Petersen hevur lisið átta eitt hálvt ár tilsaman, og hann hevur lisið á fýra ymiskum støðum. Hann byrjaði á Meinigheitsfakultetinum í Århus, so á Dansk Bibel Institut í Keypmannahavn, har hann tók bachelor, síðani tók hann master á Fjelhaug í Oslo, og at enda las hann á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, haðani hann hevur sítt endaliga prógv. Í desember 2017 var hann liðugur við pastoral lesnaðin.

Jákup E. Petersen byrjaði at lesa á Meinigheitsfakultektinum Árhus, men árið eftir flutti hann til Keypmannahavn og byrjaði at lesa á Dansk Bibel Institut.

– Eg vildi lesa á einum staði, sum hevði ein sterkan profil, tá ið tað ræður um, hvat er neyðugt at nýta gudfrøðina til. Hon er til fyri kirkju og missión. Tað vil siga, at gudfrøðislesturin er meira enn vitan, men vitan, ið má umsetast til praksis, ella sum kann liggja til grund fyri tænastu í kirkjuni. Útbúgvingin byggir á eitt trúargrundarlag, og tað er týðandi fyri meg. At gudfrøðin er fræls  gransking, men við einum greiðum grundarstøði, sigur Jákup E. Petersen.

– Øll hava sítt grundarstøði. Tað er meira spurningurin, hvussu klárur ein er, hvat grundarstøði er. Á teimum støðum, eg las, upplivdi eg, at grundarstøðið var sera greitt, hvørja grund vit standa á, nevniliga at Bíblian er Guds orð, givið við profetum og ápostlum og at øll hava tørv á at hoyra hetta orðið fyri at kenna Gud, sigur Jákup E. Petersen.

– Eg havi alt tað eg minnist verið áhugaður í bíbilskum spurningum ella mínum spurningum til Bíbliuna. Til dømis um Bíblian er álítandi sum Guds orð, og tað eri eg vorðin meira sannførdur um gjøgnum árini. Eg ynskti at koma at kenna tað bíbilska universið betri, sigur Jákup E. Petersen.

Gudfrøði ja – men prestur?

– Meðan eg las, varð eg ofta spurdur, um eg fór at vera prestur. Tá segði eg, at eg visti ikki. Eg hugsaði breitt og vildi ikki taka avgerð ov tíðliga, hvat eg skuldi gera. Gudfrøðisútbúgvingin kundi nýtast til nógv, so eg var eisini opin fyri øðrum møguleikum. Eg tosaði við Gud um tað og bað yvir tí, og gjøgnum tað at liva saman við Gudi, so kundi eg hava frið at eg visti ikki, hvat útbúgvingin skuldi nýtast til, sigur Jákup E. Petersen.
Hann var liðugur við master í 2015. Men tá var støðan tann, at tey fingu Silas og konan, Gurið Petersen, fór undir lesnað í tvey ár, so ætlanin var ikki at flyta heim. Tá valdi hann at taka tey ískoytisfakini, sum vóru neyðug fyri at gerast prestur.

– Lestrartíðin á Meinigheitsfakultetinum, Dansk Bibel Institut, Fjelhaug og Lærda háskúlanum hava øll givið mær góðan førning. Eg eri glaður fyri at hava lisið á ymiskum skúlum, tí at tað hevur hjálpt mær at skilja ymiskar áskoðanir, sum fólk kunnu hava. Men eg eri eisini sera takksamur fyri, at stórur partur av lestrartíðini hevur verið á einum grundarlagi, ið hevur álit á Bíbliuna sum Guðs orð. Og ikki einans ein onnur bók millum allar hinar, sigur Jákup E. Petersen.

Um ein ynskir at gerast prestur í føroysku kirkjuni, so krevst at hava nøkur onnur fak, enn tey, sum eru á teimum støðunum, har Jákup E. Petersen las. Skipanin í Danmark er nokk so løst, og møguleiki er ikki at seta saman sítt egna skema, sum tað er í øðrum londum.

– Eg hevði nú eina útbúgving, men hon var ikki atgangsgevandi til at gerast prestur í føroysku fólkakirkjuni. Nú hugsaði eg meir, um eg skuldi vera prestur. Áðrenn eg fór at taka pastoral, hevði eg avgjørt, at eg skuldi fara prestavegin, sigur nýggi hvalvíksprestur.


Ræddist at gerast prestur

Tað at gerast prestur var tó ikki bara ein spennandi tanki.

– Eg ræddist eitt sindur tankan um at gerast prestur. Eg helt, at ein prestur skal kunna so nógv ymiskt, at tað ljóðar av ov nógvum. Fyri mær at síggja var hetta ein ómøgulig uppgáva. Myndin, eg hevði, var, at tað verður væntað meira av mær, enn eg megni, sigur nýggi hvalvíksprestur.

So var eitt afturat, sum fekk hann at hugsa djúpt.

– Tað at samskifta við fólk og koma inn til fólk, eg ongantíð hava tosað við fyrr, havi eg altíð hildið verið eina av mínum veiku síðum, sigur Jákup E. Petersen.

Tað gekk ikki long tíð eftir at hann var útbúgvin, so fekk hann avloysarastarv sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Hann hevur síðani avloyst sum prestur ymsastaðni kring landið, millum annað í Vestmanna, á Viðareiði og á Eiði.  
Nú hann hevur roynt prestastarvið eina tíð, sær hann tað nú meira sum eina sera spennandi uppgávu.

– Eg eri broyttur. Hesa tíðina, eg havi avloyst sum prestur, havi eg fingið loyvi at koma runt og møta nýggjum fólkum. Tað hevur verið ein framúr góður háttur at byrja prestagerningin. Bæði tað at møta nýggjum menniskjum, at koma heim til fólk og hava dópssamtalur og annað er gevandi. Nú kennist tað lættari at brenna fyri at fáa relatiónir til fólk, sigur Jákup E. Petersen.

Smákonfirmantar og vitjanir

Nú Jákup E. Petersen byrjar sum sóknarprestur er tað nakað heilt annað enn tað at avloysa sum prestur ymsastaðni kring landið.

– Eg havi søkt tey størvini, ið hava verið lýst leys. Eg og konan hava verið opin fyri at fara har, tað verður pláss fyri okkum. Vit vilja fegin takka øllum kirkjuráðunum í prestagjaldinum, at tey hava kallað meg til tænastu. Vit kenna ikki nógv fólk í Hvalvík ella í prestagjaldinum, men nú gleða vit okkum at møta teimum og vónandi eisini fáa gott samband bæði við kirkjuráð, kirkjutænarar og alt fólkið í prestagjaldinum, sigur Jákup E. Petersen.

Sum nýggjur prestur hevur Jákup E. Petersen nøkur hugskot, hvat kundi verið roynt í prestagjaldinum.

– Eg ynski at hoyra nærri um siðvenjurnar í teimum ymisku bygdunum í sóknini og at hoyra kirkjuráðini. Tá ið eg avloysti á Eiði, kom eg at kenna til tiltakið har, sum verður kallað smákonfirmantar, sum er fyri tey í triðja og fjórða flokki. Hetta kundi verið nakað, um tað er ynskilig. Eg ynski annars at vitja regluliga á Mørkini, men eisini í privatheim, har fólk sita einsamøll, men annars at taka lut í tí, sum fyriferst í sóknini av ymiskum slag, sigur Jákup E. Petersen.

– Eg gleði meg at koma inn í gott samstarv við allar kirkjutænarar og onnur, ið sjálvboðið taka tænastur á seg. Her hugsi eg eisini um sunnudagsskúla og missiónsarbeiðið annars. Leguhúsið í Nesvík liggur jú eisini í prestagjaldinum, har eg havi verið vanur at komið og eisini tikið lut í tænastum til legur og annað, sigur Jákup E. Petersen.


Hetta lívið og tað æviga

Í prædikunum vil Jákup E. Petersen leggja dent á at boða Kristus í miðdeplinum.

– Eg vil leggja meg eftir, at prædikur og boðan annars eru Kristus grundaðar, bíbilskar, frígerandi og bindandi so at skilja, at vit gera tað vit hoyra, við atlitið bæði at gerandisdegnum og tí æviga. At Gud sendi son sín í heimin, fyri at vit kunnu hava felagsskap við hann, er drívmegin. Tað, at Jesus hevur givið sítt lív, fyri at vit aftur kunnu fáa lívsfelagsskap við Gudi bæði nú í lívinum og í ævinleikanum, tað er gleðiboðskapurin. Kraftin og kjarnan. Jesus Kristus má vera í miðdeplinum.

Hann vísir eisini á, at boðskapurin má tala inn í gerandisdagin.

– Boðskapurin í prædikutekstinum nú sunnudagin er, tá ið Jesus grøðir ein deyvstumman við at stinga fingrarnar í oyruni og røra tunguna, so hann hoyrir aftur. Hesin maðurin varð likamliga grøddur, og tað sigur, at lívið her á jørð hevur týdning. Samstundis kundi hann hoyra, og vit kunnu siga, at Guðs ríki kemur við at hoyra orðið um Jesus. Bæði tað andaliga og likamliga hava týdning, sigur Jákup E. Petersen.

Kristus er við í líðing

Sum longu nevnt so fylla teir djúpu spurningarnir hjá Jákup E. Petersen. Hetta fer helst eisini at hoyrast aftur í prædikunum.

– Eg ynski, at teksturin avgerð prædikuna, samstundis sum at prædikan er við til at bera boðskapin inn í tað lív, vit nú liva í 2019. Tá vit koma til tekstir, sum eru um líðing, sum eru nakrir av teimum djúpastu trupulleikunum í lívinum, hava vit ofta lyndi at hugsa, hvussu vit sleppa út úr líðingini, har ein Kristusborin boðskapur vil siga okkum, at Kristus er við í líðingini. Samstundis hava vit ein vónríkan boðskap um, at Gud ein dag vil stovna sítt æviga ríki, har eingin líðing er, sigur Jákup E. Petersen.

Mugu standa á lærugrundarlagi

– Mín gudfrøðisliga sannføring er, at Gud hevur valt at opinbera seg gjøgnum profetar og ápostlar.  Gud ynskir at upplæra meg í skriftini, gjøgnum tað, hann hevur fortalt mær. Tí má eg altíð standa yvir fyri tekstinum og lata Gud mynda mínar sannføringar gjøgnum tann opinberaða tekstin. Tí skilji eg Bíbliuna sum Guds orð til okkara, sigur Jákup E. Petersen.

– Eg skilji ikki alt í Bíbliuna. Tað, sum er klárt, má eg boyggja meg fyri. Tað, sum er minni klárt, mugu vit síggja í ljósinum av tí, sum er meira klárt. Tað er avgerandi, at vit standa fast á einum lærugrundarlagi, ið heldur fast við skriftirnar. Hetta hevur kirkjan verið samd um gjøgnum allar tíðir, sigur Jákup E. Petersen.

Okkara ella Guds brillur

Prestar hava ymiskar meiningar um gudfrøðisligar spurningar. Hvør er tín støða?

– Eg haldi, at tað, sum er umráðandi, tá ið vit kjakast um, hvussu vit skulu skilja hetta ella hatta, er, at vit lata bíbliutekstirnar tala til okkum, og at vit kanna umstøðurnar uttanum bíbliutekstin, so at tað kann hjálpa okkum so vítt møguligt at skilja tað, sum Gud hevur ætlað, at vit skulu skilja. Tá ið prestar eru ósamdir, so er neyðugt at halda fast við, at vit eru innanfyri eina rammu innan játtanarritini, og halda fast við hesa játtanina, sum vit hava lært. Neyðugt er eisini, at vit tora við teimum brillum, vit hava uppiá, at lata Bíbliuna gera brillurnar klárari, heldur enn at vit gera Bíbliuna klárari við okkara brillum, sigur Jákup E. Petersen.

Hann vísir á, at vit kunnu lættliga halda, at okkara forstáilsi er rætt, men vandin er, at vit gloyma at lata Bíbliuna pussa okkara fatan.

– Vit liggja undir einum myndugleika, sum er Guds orð. Samstundis hava vit fingið vit og kunnu lesa og granska og fáa størri vitan og eisini skilja onnur, sum eru ósamd við okkum. Vit kunnu kjakast, men tað er neyðugt at halda fast við, at Bíblian er sólarklár á nógvum økjum, og so eru minni klár øki, sum vit mugu skilja í ljósinum av tí, sum er veruliga klárt, sigur Jákup E. Petersen.


Kærleikshugtakið er vorðin ein kensla

– Øll, sum siga okkurt av týdningi, at tey eru sannførd um okkurt, gera krav uppá, at teirra sannleiki er tann ultimativi sannleikin, sum øll mugu boyggja seg fyri. Tí mugu vit spyrja, hvat er tað fyri trúgv og lív, sum førir til tey mest elskandi menniskjuni, samstundis sum vit standa yvir fyri kærleikshugtakinum, sum í dag er vorðin ein kensla og ikki ein handling. Í dag er kærleiki vorðin ein góðkenning av øllum, men vit vita, at til dømis tvey, ið elska hvør annan eisini vilja rættleiða og seta mørk fyri, hvat ið hin kann loyva sær, sigur Jákup E. Petersen.

Sannleikafjar tíð

Ert tú ein konservativur prestur?
– Ja, tað haldi eg gott, tú kann siga. Men stemplandi orð kunnu vera misvísandi. Tað, sum er týðandi, er, hvat dentur verður lagdur á, at tað eri ikki eg, ið avgeri, men eg eri undirlagdur einum myndugleika, sum eitur Guds opinberaða orð. Konservativur merkir at halda fast ella at varðveita. Eg ynski at varðveita tað, sum er satt. Men vit standa í eini tíð, sum sigur, at einki er satt, ella at alt er satt. Tí er tað sjálvandi ein stór avbjóðing, hvussu vit boða ein sannleika í eini sannleikafjarari tíð. Men øll vita, at okkurt er satt, tað er bara spurningurin, nær tað gongur tær ímóti, so vilt tú siga, at hatta brýggi eg meg ikki um, sigur Jákup E. Petersen.

Hann vísir á, at onkuntíð vera teir spurningar, ið ofta verða kallaðir testspurningar, settir prestum.

– Ofta er ikki pláss fyri at tosa um teir. Prestar verða settir í bás, tí teir annaðhvørt siga nei ella ja til okkurt. Tá verður høvi ikki givið at tosa um tað, sum ein er sannførdur um. Eg vil vísa til mítt grundarstøði, tí at sannføringin má hvíla eitt stað. Eg ynski ikki at hava nakra sannføring, ið ikki er grundarlag fyri at hava, út frá fatanini av Skriftini. Tað er umráðandi í kjaki at skilja, at einhvør sannføring má hvíla eitt stað. Vit standa møguliga tvey ymisk støð, men so mugu vit vera erlig, at onkur av okkum tekur feil, og at tað er ein opinberaður sannleiki um hetta, onkuntíð greiður, onkuntíð minni greiður, sigur nýggi hvalvíksprestur.