Oddagrein: Fer loysingin at forkoma samgonguni?

Á onkran hátt er kynkur komin í sam­starv­ið millum Javnaðarflokkin og Tjóð­veldi. Í øllum førum, um almenni pol­i­tikk­ur Javn­aðarfloksins er tann, sum Sjúrð­ur Skaale, fólkatingsmaður, legði fyri dagin her í blað­num mik­u­dag­in.

Tey vóru kanska mong, sum undr­að­ust á val­lyftini hjá Tjóðveldi upp undir fólk­a­tings­valið um, at hetta fór at verða tað sein­asta fólkatingsvalið, tí Før­oyar fara at taka loysing í komandi val­skeið­ið. Skuldi hesi boðini frá Tjóð­veldi tak­ast fyri fult, so stendur loysingin fyri dur­um – og skuldi sitandi...