ODDAGREIN: Hevur Tjóðveldi avlýst loysingina?

»Til tess at røkka fullveldinum, hava vit all­ar fyrireikingar greiðar. Nú skulu sein­astu stigini takast! Tjóðveldi fer tí til løgtingsval við kravi um, at loysingin nú skal fremjast í verki. Stór stig skulu takast! Okkara aðalmál er at seta á stovn før­oyska tjóðveldið. Tað er okkara fremsta mál í einum stjórnarsamstarvi.« Soleiðis skrivar Tjóðveldi í yvirlýsing frá flokstingi floksins hin 6. apríl í ár.

 

Retorikkurin var eisini ógvuliga greið­ir í fólkatingsvalstríðnum, tá floksins um­boð gjørdu greitt, at hetta fór at vera hitt sein­asta fólkatingsvalið í Føroyum, tí Før­oyar fara at loysa seg úr rík­is­fel­ags­skap­inum í hesum fólka­tings­val­skeið­i­num, sum nú er.
Hesir tónar sampakkaðu illa við tað, sum...